24-11-2010
MT Højgaard vil loysa trupulleikar í Hovi
BYGGING: Ein loysn er nú funnin viðvíkjandi trupulleikunum við Miðnámsskúlanum í Hovi. MT Højgaard boðar frá í tíðindaskrivi, at flestu trupulleikar verða loystir innan 14 dagar. Teir meiri umfatandi trupulleikar, sum koma at taka longri tíð, verða loystir í vetur ella í seinasta lagi móti sumri.