20-01-2011
Landsverk broytir bygdaskelti

NAVNABROYTINGAR: Eftir avgerðina fyri kortum hjá Staðarnavnanevndini um at broyta seks av føroysku bygdanøvnunum, er Landsverk nú farið undir at broyta skeltini, so umrøddu bygdir verða stavaðar í tráð við niðurstøðuna hjá Staðarnavnanevndini

Mentamálaráðið hevur nú váttað og góðkent avgerðina hjá Staðarnavnanevndini, og tí er Landsverk farið undir at broyta nøvnini á teimum vegaskeltum, har tær seks bygdirnar eru nevndar.

Tað merkir, at Ánir nú eita Ánirnar, Hellur eita Hellurnar, Skáli er blivið til Skála, Kolbanargjógv er broytt til Kolbeinagjógv, Lambi til Lamba og Haldarsvík eitur nú Haldórsvík.

Millum manna hevur verið stór ósemja um, hvussu ávísar bygdir eiga at verða stavaðar, og tí fekk ein Staðarnavnanevnd til uppgávu at taka endaliga avgerð um bygda- og staðarnøvn. Nýggja nevndin skuldi taka atlit at føroyskari rættskriving, men eisini at málsligum uppruna, lokalari nýtslu og bygdamálseyðkenni.

Fólk á Landsverki hava í hesum døgum verið úti og rættað skeltini sambært nýggja staviháttinum, sum er ásettur av Staðarnavnanevndini og góðkend av Mentamálaráðnum.

Um nakar ynskir at vita meira um hendan spurningin, ber til at ringja til Heina Eysturoy, leiðara á vegdeildini á Landsverki, tlf. 290 881 ella til Kunningartænastuna á tlf. 290 804/290 805.

Úrslit: