Søgan um Landsverk

Søgulig gongd

Í apríl 2018 eru 70 ár liðin, síðani Landsverk varð stovnað. Mong ár undan stovnanini í 1948 vórðu vegir, lendingar og havnir bygdar í Føroyum undir ymiskum formum. Í byrjanini var uppgávan í høvuðsheitum at reka og útbyggja samferðslukervið. Ábyrgdarøkið er síðani eisini økt til at fevna um almennar bygningar og umsiting av almennum reglugerðum fyri vegir, havnir og bygningar, umframt aðrar tænastur.

Søgan í stuttum

2016: Leinging av atløgupieri suður og norð á Krambatanga
2016: Viðareiðistunnilin letur upp
2016: Virknis- og Umlættingardepil á Sandi verður tikin í nýtslu
2016: Landsverk leigar asfaltverkið á Sundi og gerst sostatt einasti asfaltframleiðari og niðurleggur samstundis virksemið við asfaltútlegging
2016: Sambýli í Runavík tikið í nýtslu
2015: Vardir bústaðir við Mylnutún í Klaksvík
2014: Depil í Runavík til børn og ung við fjølbreki
2014: Húsaskoðan sett á stovn
2014: Sambýli í Havn til sálarsjúk
2014: Miðnámsskúlin í Suðuroy liðugt umvældur
2013: Nýggi Leirvíkarvegurin liðugur
2013: Brúgvin um Streymin 40 ár
2013: Vegurin móti Norðoyri liðugur
2012: Ítróttarhøllin í Sandoy
2012: Nýggi Rituvíkarvegurin liðugur
2012: Havnin í Skúvoy liðugt umvæld
2012: Rakstrarhallir á Gróðurstøðini í Hoydølum
2011: Stjóraskifti: Ewald Kjølbro tekur við sum stjóri
2010: Stjóraskifti: Ewald Kjølbro verður settur sum virkandi stjóri
2010: Stjóraskifti: Oyvindur Brimnes fer frá. Rúni Joensen, aðalstjóri í IMR, er fyribilsstjóri

 

2009: Miðnámsskúlin í Hovi tikin í nýtslu
2009: Fiskivinnuskúlin í Vestmanna liðugur
2007: Hovstunnilin letur upp
2006: Gásadalstunnilin letur upp
2006: Norðoyatunnilin letur upp
2005: Ferjulegan á Syðradali, Kallsoy, tikin í nýtslu
2004: Samferðsluhavnin í Suðuroy tikin alment í nýtslu
2004: Landsverkfrøðingurin broytir navn til Landsverk
2003: Av gegnisávum flytir Brunaumsjónin frá Landsverki til Fiskimálaráðið
2002: Vágatunnilin letur upp
2001: Byggiumsitingarnar í Tinganesi og Heilsumálaráðnum flyta til LV
2000: Stjóraskifti: Hans Biskopstø fer frá – Oyvindur Brimnes tekur við
2000: Byrjað verður upp á Vágatunnilin

1999: P/F Vágatunnilin stovnað
1999: Hans Biskopstø kemur til sum stjóri á Landsverkfrøðingsstovninum
1998: Henning Jacobsen fer frá. Starvið sum landsverkfrøðingur verður niðurlagt
1997: Sumbiartunnilin letur upp
1992: Ferjulegan við Gomlurætt verður tikin í nýtslu
1992: Kollfjarðartunnilin letur upp

1989: Byrjað verður upp á Vágatunnilin, men orsakað av fíggjarkreppuni steðgar arbeiðið skjótt aftur
1988: Kunoyartunnilin letur upp
1988: Landsverkfrøðingsskifti: Mikkjal Helmsdal fer frá – Henning Jacobsen tekur við
1988: Átta ára ætlan fyri smærri og størri havnir
1986: Byrgingin um Haraldssund tikin alment í nýtslu
1985: Leirvíkartunnilin letur upp
1985: Teymur (stuttur tunnil) í Djúpadal tikin alment í nýtslu
1985: Trøllanestunnilin tikin alment í nýtslu
1980: Mikladalstunnilin tikin alment í nýtslu
1980: Ritudalstunnilin tikin alment í nýtslu

1979: Villingardalstunnilin tikin alment í nýtslu
1977: Leynatunnilin tikin alment í nýtslu
1976: Norðskálatunnilin letur upp
1974: Eftir 1974 verða størri og smærri ábøtur framdar í flest øllum havnaløgum
1974: Byrgingin um Hvannasund tikin alment í nýtslu
1973: Brúgvin um Streymin tikin alment í nýtslu
1972: Landsvegalógin kemur í gildi. Hon staðfestir, at landið ger og heldur landsvegirnar, og at Landsverkfrøðingurin er vegamyndugleiki landsins

1969: Sandvíkartunnilin tikin alment í nýtslu
1967: Hvannasundstunnilin tikin alment í nýtslu
1965: Árnafjarðartunnilin tikin alment í nýtslu
1964: Fyrsti asfaltvegurin liðugur
1964: Landsverk yvirtekur viðlíkahaldið av millumbygdavegum
1963: Fyrsti tunnilin í Føroyum, Hvalbiartunnilin, tikin alment í nýtslu

60’árunum: Samfelagið broytist spakuliga til eitt nútímans samfelag. Tvíbreytaðir vegir verða gjørdir

 

50’árunum: Langtíðarætlan gjørd fyri alt tað fysiska infrakervið

1954-55: Politiska kósin sett í sambandi við veganetið í Føroyum. Vegasamband ynskist til hvørja bygd

1948: 1. apríl 1948 verður Mikkjal Helmsdal settur sum landsverkfrøðingur

1938: Harry Fonsdal settur sum løgtingsverkfrøðingur í Føroyum

1916: Vegurin millum Skopun og Sand er fyrsti millumbygdavegur í Føroyum
1913: Stuðul til sjey havnabyggingar
1912: Amtsverkfrøðingur settur sum telefonverksstjóri og umsitaria av vega- og havnamálum

1907: Sanatoriivegurin í Hoydølum er fyrsti koyrivegur í Føroyum
1906/08: Palle Bruun frá danska Vandbygningsvæsenet kannar møguleikar fyri havnagerð í Føroyum

1903: Hans Horn frá norsku vegafyrisitingini ger fyrstu vega- og kostnaðarætlan fyri Føroyar. Endamálið er at útvega avbyrgdum bygdum samband og sambinda týdningarmikil pláss í somu oyggj
1900: Tørvurin á samskiftisøkinum veksur (telefonsamband innanoyggja, telegrafsamband við útheimin, vegir, havnir og el-veitingar ynskjast)

1896: Samanlagt 96 km av 5-fóta vegum í Føroyum

1836: Landavegurin er fyrsti uttanbíggjarvegur í Føroyum

Úrslit: