20-01-2011
Gongubrúgvin komin væl áleiðis

FERÐSLUTRYGD: Arbeiðið við at seta upp gongubrúgv á verandi brúgv um Streymin gongur sum ætlað. Um viðrar verður arbeiðið væntandi liðugt um ein góðan mánaða.

Framyvir verður tryggari at ganga yvir um Brúnna um Streymin. Í løtuni eru fólk í ferð við at seta upp gongubrúgv fram við norðuru síðu á brúnni. Arbeiðið skal eftir ætlan vera liðugt síðst í februar.

- Ferðslutrygdin á brúnni um Streymin verður munandi bøtt, tá umvælingin av brúnni er endaliga liðug. Umframt at tryggja tey ferðandi til gongu, hevur hendan ferðsluábótin tann fyrimunin, at koyribreytirnar á brúnni eru breiðkaðar úr góðum seks metrum upp í átta metrar. Tað merkir, at hvør koyribreyt nú er ein metur breiðari, íroknað vegøksl á hvørji síðu, sigur Heini Eysturoy, leiðari á vegadeildini á Landsverki.

Sjálv brúgvin er høvuðsumvæld, fuktbjálvað og asfalterað.

Les søguna um Brúnna um Streymin her (1,47 MB)

Tey, sum vilja vita meira um umvælingina av brúnni um Streymin, kunnu venda sær til Heina Eysturoy, leiðara á vegadeildini á Landsverk, tlf. 290 881, ella til kunningartænastuna á tlf. 290 804 ella 290 805, sum kann vísa til rætta viðkomandi.

Úrslit: