KUNNING: Landsverk hevur framleitt tveir stuttfilmar til sjónvarpið. Filmarnir vóru at síggja fyrstu ferð í Gevið Gætur áðrenn Dag & Viku í kvøld, mánakvøldið 24. januar.
Vegadeildin og kunningartænastan á Landsverki hava í vetur arbeitt saman um framleiðsluna av tveimum stuttfilmum, sum skulu vísa rætta atferð, tá koyrt verður í tunli. Ein faldari um ferðslutrygd í tunli var gjørdur fyri nøkrum árum síðani, men hesin røkkur ikki so langt út, sum ynskiligt hevur verið. Tí hevur stovnurin gjørt av at gera filmar fyri at røkka longur út til so nógvar bilførarar, sum gjørligt.
Endamálið við fyrra filminum er at vísa rættan atburð, tá koyrt verður í tunli undir vanligum umstøðum, og seinni filmurin snýr seg um, hvussu ein sum bilførari skal bera seg at, tá ein varnast royk ella eld inni í einum tunli.
Afturat filmunum eru framleidd nøkur bløð við teimum týdningarmestu boðskapunum í filmunum. Hesi verða at finna á bensinstøðum kring landið frá týsdegnum 25. januar.
Rættur atburður hjá bilførara og møguligum ferðafólkum í bilinum eru í flestu førum av avgerðandi týdningi fyri, hvussu stórur skaði stendst av einum bilóhappi ella eldi í einum tunli.
Filmur 1 kann heintast her
Filmur 2 kann heintast her
Minnisblaðið kann heintast her (224 KB)
Um nakar vil vita meira um trygdarátakið hjá Landsverki í føroyskum tunlum, kann viðkomandi venda sær til Armgarð E. Steinhólm, leiðara fyri plan og ferðslu á Landsverki, tlf. 290 891, ella til kunningartænastuna á tlf. 290 805.