14-11-2010
Ov høg akfør í tunlum ein trupulleiki
FERÐSLUTRYGD: Tað er ein afturvendandi trupulleiki, at bilar hava ov høgt less og skaða trygdarútbúnað í tunlum og eisini tunnilin sjálvan. Av ferðslutrygdarávum, verður tí ein ávaringarskipan tikin í nýtslu mánadagin 22. november, sum fer at boða alarmsentralinum frá, hvørja ferð ov høg akfør ætla at koyra inn í ávikavist Leynatunnilin og Norðskálatunnilin.