Soleiðis keypir tú grót og skerv
Grót og skervur fæst á verkunum hjá Landsverki í Hundsarabotni, Hústoft, Sandi og í Porkeri. Útboðið á teimum ymsu støðunum sæst í vøruskránni.
Kundar, ið ikki hava gjaldsavtalu við Landsverk, rinda fyri vøruna, áðrenn hon verður heintað. Gjaldast kann á peningastovnum ella við FR-Visa (Dankort)* í Hundsarbotni. Í grótbrotunum á Hústoft, í Porkeri og á Sandi ber ikki til at nýta gjaldskort. Tað ber somuleiðis til at flyta peningin beinleiðis á konto hjá Landsverki í peningastovnunum. Kundanummar ella telefonnummar skal viðmerkjast á flytingini.
Upplatingartíðir
Hundsarabotnur og Hústoft: Kl. 8.00-12.15 og frá kl. 12.45-16.00.
Porkeri: Kl. 8.00-12.00 og frá kl. 13.00-16.00.
Skervsølan í Skopun tó bert opið eftir avtalu. Til ber at avtala tíð við at ringja á tlf. 290 910.
Stongt er ísv. summarfrítið og um jóltíðir. Lýst verður við tíðarskeiðnum nakrar vikur frammanundan her á heimasíðuni. Harumframt kann vera stongt orsakað av ringum veðri.
Bankar
Banki | Kontonummar |
---|---|
Betri Banki |
9181-128.220.6 |
Suðuroyar Sparikassi |
9870-101.191.0 |
Norðoyar Sparikassi |
9865-101.790.4 |
Bank Nordik |
6460-431.468.0 |
Kreditkeyp
Almennir stovnar, kommunur og arbeiðstakarar kunnu gera kreditavtalu við Landsverk við ávísum treytum. Les meira um treytirnar her: debitorpolitikkur ella heinta ein kredittavtaluseðil her: kredittavtaluseðil
- Keyparin skipar sjálvur fyri flutningi
- Hevur tú kvittanina við, tá tú heintar vøruna, lættir tað um avgreiðsluna
Um tú hevur spurningar í sambandi við keyp av gróti og skervi, ert tú vælkomin at seta teg í samband við fíggjardeildina á Landsverki á tlf. 290 825 ella 290 761.
* Tikið verður ikki ímóti Visa Elektron, Mastercard ella øðrum kortum.