Soleiðis keypir tú

Soleiðis keypir tú

Kundar, ið ikki hava gjaldsavtalu við Landsverk, rinda fyri vøruna, áðrenn hon verður heintað. Um tað er fyrstu ferð, tú keypir frá Landsverki, er neyðugt at stovna eitt kundanummar. Hetta verður gjørt við at at seta teg í samband við fíggjardeildina á Landsverki, tel. 290 825 ella 20 25 30.

Tá kundanummarið er stovnað, kann peningurin flytast beinleiðis á kontu hjá Landsverki í peningastovnunum. Kundanummar skal viðmerkjast í samband við flytingina.

Keyparin skipar sjálvur fyri flutningi. Um onnur enn keyparin heinta tilfarið skulu tey  upplýsa kundanummarið hjá keypara. Hetta lættir munandi um avgreiðsluna.

Upplatingartíðir

Grótbrot

Hundsarabotnur og Hústoft:
Kl. 8.00-16.00. 

Porkeri:
Kl. 8.00-16:00. 
Samband: porkeri@lv.fo

Asfalt

08:00-15:00 mánadag til hósdag
​08:00-12:00 fríggjadag

 

Stongt er í samband við summarfrítíð og um jóltíðir. Lýst verður við tíðarskeiðinum nakrar vikur frammanundan her á heimasíðuni. Harumframt kann vera stongt orsakað av ringum veðri.

Kreditkeyp

Almennir stovnar, kommunur og arbeiðstakarar kunnu gera kreditavtalu við Landsverk undir ávísum treytum. Les meira um treytirnar her: debitorpolitikkur ella heinta ein kredittavtaluseðil her: kredittavtaluseðil

Hevur tú spurningar í sambandi við keyp av tilfari, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Landsverk, tel. 290 825 ella 20 25 30.

Bankar

Banki Kontonummar

Betri Banki

9181-128.220.6

Suðuroyar Sparikassi

9870-101.191.0

Bank Nordik

6460-431.468.0

Grót og skervur

Grót og skervur eru til sølu á verkunum hjá Landsverki í Hundsarabotni, Hústoft og Porkeri. Útboðið á teimum ymsu støðunum sæst í vøruskránni.  Legg til merkis at vøruúrvalið er ikki eins á øllum sølustøðum.

Asfalt

Asfalt verður framleitt og útvega á asfaltverkunum á Sundi. Møguleiki er tó at keypa kalt asfalt (oljugrús) í grótbrotinum í Porkeri eisini.

Leggið til merkis, at tað ber ikki til at keypa heitt asfalt undir 5 tons selt, tí hetta gongur út yvir góðskuna. Fyri at kunna taka atlit at framleiðsluni er ynskiligt við bílegging í seinasta lagi dagin fyri. Kalt asfalt (oljugrús) kann tó heintast uttan bílegging.

Bílegging

Telefon: 20 25 30 (08:00-15:00 yrkadagar)
Teldupost: asfalt@lv.fo

Freist: kl. 15:00 til veitingar næsta yrkadag*

*) Veitingar størri enn 500 tons, og veitingar uttanfyri upplatingartíðirnar, skulu bíleggjast í seinasta lagi kl. 12:00 tveir yrkadagar innan veiting. Fyrivarni verður tikið fyri tøkum framleiðslukapasiteti.

Upplatingartíðir

08:00-15:00 mánadag til hósdag
08:00-12:00 fríggjadag

Avsláttur

Størri nøgdir av asfalti, sum verða bílagdar í góðari tíð, fáa avsláttur. Støddin av avsláttrinum veksur við nøgdini, sum víst á talvuni niðanfyri.

Treytirnar fyri avsláttri:

  • Bíleggingin verður gjørd í arbeiðstíð, seinast 2 dagar innan veiting
  • ​Bíløgd vøra verður heintað
Avsláttur Nøgd Eind

0%

>100

tons pr. dag

1%

100-200

tons pr. dag

2%

200-300

tons pr. dag

3%

300-400

tons pr. dag

4%

400-500

tons pr. dag

5%

500-600

tons pr. dag

6%

>600

tons pr. dag

Úrslit: