Í Føroyum hava vit nú í eina tíð gjørt okkara egnu royndir við tilbúgvingarætlanum fyri tunlar og venjingum í tunlum.
Mikudagin 24. november, 2010, var venjing í Kollfjarðartunlinum. Tey, ið luttóku í sjálvari venjingini vóru Tórshavnar Sløkkilið, Kollafjarðar Sløkkilið, Politiið, Havnar Bjargingarfelag, Kollafjarðar Bjargingarfelag, Sjúkraflutningstænastan á Landssjúkrahúsinum og Landsverk. Harafturat vóru eisini eygleiðarar fyri teir ymisku innsatspartarnar.
Endamálið við tilbúgvingarætlanum er at tryggja best møguligt átak, um eitt óhapp skuldi hent í tunlinum. Deilætlanirnar hjá teimum ymisku pørtunum og samskiftið og -starvið partanna millum verður tá roynt í verki.
Eftirmetingin av venjingini
Arbeiðsbólkurin, sum stóð fyri venjingini, hevur nú gjørt eina felags niðurstøðu um venjingina, og er bólkurin á einum máli um, at samskiftið í Kollfjarðartunlinum er ikki nøktandi. Signalið til skaðastaðsradio hoyrist ikki gjøgnum allan tunnilin.
Av øðrum veikleikum hjá innsatspørtunum í venjingini nevnir arbeiðsbólkurin manglandi royndir, sum sæst aftur, tá ið innsatsfólk skulu nýta trygdarútgerðina í tunlinum, og tá tey samskifta við teir ymisku innsatspartarnar. Tað gongur somuleiðis aftur í eftirmetingini, at innsatsfólkini mangla útbúgving í veruligum innsatsleiðsluviðurskiftum og skaðastaðsleiðslu.
Við fleiri venjingum av hesum slagi fara innsatsfólk at kenna sín leiklut betri og eisini teknisku útgerðina (stýrisskáp, viftur o.a.) í tunlinum. At enda mælir arbeiðsbólkurin eisini til, at tilbúgvingarætlanin frá 2002 verður endurskoðað og gjørd greiðari og meira einføld.
Vilt tú vita meira um venjingina í Kollfjarðartunlinum, ert tú vælkomin at seta teg i samband við Jákup N. Olsen, samskipara av tilbúgvingini á Landsverki, á fartel. 290 892, ella tú kanst ringja til kunningartænastuna á fartel. 290 805, sum kann vísa til rætta viðkomandi.