Ognir

Landsverk hevur ábyrgd av at viðlíkahalda bygningar landsins. Í 2025 var samlaða fermetratalið komið upp á umleið 250.000. Viðlíkahaldsarbeiði verður gjørt í neyvum samarbeiði við avvarðandi stjórnarráð og stovnar.

Viðlíkahaldsskipan og markamót

Arbeiðsbýtið millum einstaka stovnin/stjórnarráðið og Landsverk er skipað í ‘Leiðreglunum fyri markamót og viðlíkahaldsbýtið millum Landsverk og landsins stovnar’ (markamótarskjalið), ið er tøkt her: Markamót útgáva dagf. 06.06.2022_ rev 8.pdf (landsverk.fo)

Endamálið við skjalinum er at geva stovnum yvirlit yvir hvørjar skyldur Landsverk og stovnurin/brúkarin hava í sambandi við bygningar hjá landinum.

Bráðfengisstøður í landsins ognum
Í sambandi við bráðfengisskaðar/-støður (stórir og týðandi skaðar), ið krevja bráðfengis stig, ber í vanligari vanligari arbeiðstíð - gerandisdagar 8-16, at ringja til viðlíkahaldsdeildina á 340 800.
Uttanfyri arbeiðstíð ber til at ringja/skriva til Boga S. Vinther, toymisleiðara á 29 08 72 ella t-post: bovi@lv.fo ella Sigurð Ó. Vang, deildarleiðara á 29 08 71 ella t-post: siva@lv.fo

Húsavarðatænasta
Innan nøkur øki er ikki skipað húsavarðatænasta og her hevur Landsverk møguleika at bjóða tænastu. 

Atgongd til viðlíkahaldsskipanina Dalux

Skipanin er ætlað til skráseting av málum innan bygningsviðlíkahald. T.v.s. stovnsleiðari ella varafólk hansara kunnu skráseta mál/uppgávur innan viðlíkhaldi í skipanini.

Landsverk vil eisini eftir umstøðunum royna at koma regluliga runt hvørt ár til allar bygningar landsins og tá gera metingar av støðuni, men ynskir fegin at stovnar eru virknir partur av at eyðmerkja viðurskifti og at samskifta við Landsverk um viðurskiftini.

Atgongd til Dalux-skipanina

Atgongd til skipanina fæst við at skriva til Boga Vinther (bovi@lv.fo), toymisleiðara.

Atgongd til skipanina fæst her: www.dalux.com
Landsverk er tøkt við nærri leiðbeining.

Kunning til landsins stovnar um umsiting og rakstur av bygningum

Tann 24. apríl 2025 stóð Landsverk fyri einum kunningar- og dialogfundi fyri starvsfólk hjá landsins stovnum og stjórnarráðum, ið hava við umsiting og rakstur av bygningum at gera. Endamálið við fundinum var at kunna stovnar og ráð um uppgávur og verkætlanir hjá Landsverki, sum eru í gerð ella undir fyrireiking. Luttakararnar fingu millum annað innlit í vavið av landsins bygningum og uppgávurnar innan leigumálsumsiting og orkuskifti. Harumframt snúði fundurin seg um uppgávu- og ábyrgdarbýtið millum Landsverk og stovnar og stjórnarráð í sambandi við viðlíkahald, rakstur, umbygging, umvælingar v.m.

Tak niður framløguna frá fundunum her

 

Viðlíkahald av almennum bygningum

Yvirskipaða endamálið við bygningsviðlíkahaldi er at tryggja byggitekniska støðið á almennum bygningum, og at tryggja virkseminum í bygningunum fullgóðar og vælvirkandi karmar. Landsverk arbeiðir við at skráseta allar bygningar hjá landinum, soleiðis at møguligt er at gera eina langtíðar viðlíkahaldsætlan fyri hesar bygningarnar. Hetta arbeiðið verður gjørt í samráði við aðalráðini og avvarðandi stovnar.

Viðlíkahaldsarbeiði fevnir tó um annað, enn bert vanligt viðlíkahald. Landsverk veitir bæði byggilistarliga og -tøknuliga ráðgeving í samband við størri og smærri umbyggingar, dagføringar og tillagingar o.a. hjá landinum.

Landsverk veitir ráðgeving, sum er beinleiðis tengd at øðrum pørtum av bygging yvirhøvur. Eitt nú kanningar, støðumetingar, gerð av byggiskrá ella annað.

Landsverk ger ymiskar verkætlanir og luttekur í nevndararbeiði, sum á byggilistarligan ella byggifrøðiligan hátt livir upp til áhugamál landsins.

Landsverk hevur eftirlit og ger tilmæli um leigumál og keyp av ognum fyri landið.

Leigumál

Landsverk er góðkennandi myndugleikin í sambandi við leigumál hjá aðalráðunum og avvarðandi stovnum. Uppgávan er at ráðgeva bæði bygningsfakliga og rakstrarliga í sambandi við leigumál, og at góðkenna allar leigusáttmálar. Landsverk stendur eisini fyri útboð av leigumálum.

Keyp av ognum

Landsverk ger í hvørjum einstøkum føri eina støðumeting. Mett verður um eina ogn í mun til tað virksemi, sum ognin skal hýsa. Somuleiðis verður mett um byggitøkniliga støðið á ognini.

Eisini verður mett um kostna fyri møguligar broytingar, tillagingar ella umvælingar.

 

Søla av bygningum

Landsverk selur landsognir, ið landið ikki longur hevur tørv á. Hetta verður gjørt í samstarv við stjórnarráð og stovnar.

Orkutøk og orkuskifti

Landsverk ger eitt miðvíst arbeiði fyri at betra um bygningarnar hjá landinum. Serliga við atlit í sambandi við orkunýtslu. Bygningar, sum hóska væl til orkuumvæling, verða útvaldir, og síðani verður arbeitt við at orkuumvæla hesar.

Endamálið við orkuumvælingini er bæði at minka um orkunýtsluna og at betra um komfort, funktion og hækka støðið á bygningum landsins. Miðað verður ímóti at arbeiða við bæði disponering, klimaskermi, hitakeldum, stýringum og atburði.

Landsverk arbeiðir við at fremja orkuskifti fyri landsins bygningar og miða verður eftir at málið verður rokkið innan 2030.

Landsplanlegging

Ein av uppgávunum er eisini í samstarvi við stjórnarráð og stovnar at leggja langtíðarætlanir fyri ymisk virksemi, herundir heildarætlanir, útvegan av lendi til framtíðar verkætlanir og eisini sum dømi arkitekturpolitikkur. 

Úrslit: