Bygnaðurin

Stjóri

Marjun Weihe Thomassen
Virkandi stjóri

Verkætlanardeildin

Sigurð Ó. Vang
Deildarleiðari

Um Verkætlanardeildina

Landsverk er almennur byggiharri. Á Verkætlanardeildini hava vit ábyrgdina av allari nýgerð av vegum, bygningum eins og av størri umbyggingum og umvælingum.

Í sambandi við nýbygging er uppgávan at greina og raðfesta krøvini til verkætlanina. Hetta gera vit við atliti at funktionaliteti, estetikki og góðskustøði, soleiðis at tað virksemi, ið skal fremjast, fær best møguligar karmar.

Á Verkætlanardeildini taka vit okkum eisini av øllum viðlíkahaldi av bygningum undir landinum. Eisini skulu vit góðkenna allar leigusáttmálar í almennum bygningum, og tá tað almenna gera leigusáttmálar við privatar veitarar.

Umframt hetta umsitur Verkætlanardeildin eisini húsaskoðan, bygningskunngerðina, orkutøk og veitir ráðunum ráðgeving í samband við stuðulsmál til bygging.

Deildin fyri Infrakervi

Dan Sofus Hofgaard
Deildarleiðari

Um Deildina fyri Infrakervi

Landsverk er myndugleiki fyri landsvegir og landshavnir. Høvuðsuppgávan hjá okkum á Deildini fyri Infrakervi er at ráðgeva, planleggja, kravfesta, góðkenna havnir, lendingar og landsvegir og tryggja at hesi spæla væl saman. Eitt nú leggja vit ætlanir fyri framtíðar vegalinjur og skipa fyri fysiskari planlegging av sundum og firðum.

Harumframt eru aðrar uppgávur, so sum oljubasing á sjónum, trygd í havnum, eftirlit við vitum og aliøkjum.

Virkisdeildin

Jann Dam Frandsen
Deildarleiðari

Um Virkisdeildina

Virkisdeildin fevnir um alt okkara fjølbroytta virksemi kring landið, so sum rakstur og viðlíkahald av landsvegakervinum, smiðjuarbeiði, asfalt- og skervframleiðslu, og umsiting av tyrlupallum.

Deildin hevur ábyrgdina av at leiða, samskipa og menna raksturin og viðlíkahaldið á infrakervinum og framleiðsluøkinum. Somuleiðis skal henda deildin syrgja fyri, at maskinur og amboð altíð eru í góðum standi.

Fíggjardeildin

Marjun Weihe Thomassen
Deildarleiðari

Um Fíggjardeildina

Fíggjardeildin tekur sær av fíggjarstýring, bókhaldi og innan- og uttanhýsis játtanareftirliti. Millum annað í sambandi við verkætlanarstýring go rakstrarætlanir.

Harumframt hevur deildin ein ráðgevandi leiklut í fíggjarspurningum og skal tryggja, at leiðslan til einhvørja tíð hevur best møguligt grundarlag at taka støðu og avgerðir út frá og virka eftir.

Skipan og Menning


Thomas Magnussen
Deildarleiðari

Um Skipan og Menning

Skipan og Menning er ein deild við fjølbroyttum virksemi, sum veitir stovninum tænastur innan millum annað starvsfólkamenning og -umsiting, løgfrøðisliga ráðgeving, kunningartøkni og HTU, heilsu, trygd og umhvørvi.

Harafturat hevur deildin skrivstovufyrisiting um hendi, herundir skjalagoymslu, alment innlit, ognartøkur og annað.

Úrslit: