Her á heimasíðuni finst nógv tilfar – bæði søguligt og nýtt

Fjølmiðlarúmið

Ígjøgnum heimasíðu, kunning og samskifti ynskja vit at skapa opinleika um virksemið hjá stovninum sum heild.

Her í fjølmiðlarúminum er eitt serligt skjalasavn, har allar frágreiðingar og útgávur, sum hava longri livitíð enn vanlig tíðindaskriv, verða goymdar.

KANNINGAR OG FRÁGREIÐINGAR

Undirsjóvartunlar

Suðuroyartunnil 

Landsverk hevur arbeitt við fyrireikingararbeiðinum við Suðuroyartunlinum, og hevur í hesum sambandi lati gera nakrar frágreiðingar, ið lýsa verkætlanina og lýsa fyrireikingararbeiðið.

Niðanfyri eru leinkjur til hesar frágreiðingar. Legg til merkis, at summar frágreiðingar eru meir at roknað sum søguligt tilfar, tí nýggjari frágreiðingar eru gjørdar, ið betri lýsa verkætlanina.

 

Forkanningar av nýggjari Suðuroyarleið: Frágreiðingin lýsir verkætlanina út frá einum samfelagsligum, búskaparligum og umhvørvisligum sjónarvinkli, har m.a. kostnaðurin av tunlinum eisini verður lýstur – Útgávuár: 2021

 

Removing the Island Barrier: Ensk útgáva av tí føroysku útgávuni. Talan er um eina umseting, men onkur smáting eru løgd inn í útgávuna, ið betri lýsa verkætlanina fyri fólkið, ið ikki eru staðkend í Føroyum – Útgávuár: 2022

 

Framløga um Suðuroyartunlinum: Framløga, ið var brúkt í samband við framlegging av forkanningini – Útgávuár: 2021

 

Framløga í Rættarnevndini: Framløga sum Landsverk hevði í Rættarnevndini um Suðuroyartunnilin – Útgávuár: 2022

 

Framløga frá World Tunnel Congress 2022: Framløga, ið var brúkt í samband við stóra tunnil ráðstevnu, har Landsverk greiddi frá fyrireikingararbeiðinum við Suðuroyartunlinum – Útgávuár: 2022

 

Framløga frá Fjellsprengningskonferansen 2022: Framløga, ið var brúkt í samband við stóra fjallaspreingings ráðstevnu, har Landsverk greiddi frá fyrireikingararbeiðinum við Suðuroyartunlinum – Útgávuár: 2022

 

Jarðfrøðilig statusrapport: Jarðfrøðiliga rapport, ið samlar vitanina av jarðfrøðiliga arbeiðinum, ið er gjørt fram til útgávudagin. Tá ið nýggjar jarðfrøðiligar rapportir vera gjørdar, koma tær at liggja her, so tann nýggjasta altíð liggur fremst, har øll vitan verður samla. Eldri frágreiðingar kunnu koma at liggja undir søguligum tilfari – Útgávuár: 2021

 

Seismiskar kanningar: Serlig lýsing av teimum seismisku kanningunum, ið vóru gjørdar fram til 2020. Úrsliti av hesum kanningum er eisini viðtikið í nýggjastu jarðfrøðiligu rapportina – Útgávuár: 2020

 

Tilmæli um forkanningar í samband við Suðuroyartunnilin: Eitt tilmæli frá Norges Geotekniske Institutt (NGI) um forkanningar í samband við Suðuroyartunnilin – Útgávuár: 2021

 

Váðakanning í samband við eld í tunlinum: Kanning í lýsir váðan og avleiðingar av einum eldi í tunlinum. Ymiskar tunnilsloysnir verða lýstar – Útgávuár: 2022

 

Váðakanning um bruna í byggitíðini: Eitt ískoyti til váðakanningina av tunlinum, har serliga verður hugt eftir váðanum í byggitíðini – Útgávuár: 2022

 

Søguligt tilfar um Suðuroyartunnil

Notat um innleiðing fyrireiking - Mai 2020 (dagføring frá feb. 2017)

Notat um innleiðing fyrireiking - Februar 2017

 

Eldri tilfar frá øðrum verkætlanum:

Kunnandi fundur um Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin í Miðlahúsinum 05.02.2014

Breið semja um undirsjóvartunlar. Landsverk framløga í Miðlahúsanum 5. februar 2014 kann takast niður her:

Eysturoyartunnilin framløga

 

Notat um undirsjóvartunlar 14.03.12
Frá einum búskaparligum sjónarmiði lýsir frágreiðingin munin millum at hava Eysturoyartunnilin í einum privatum samtaki og undir tí almenna. Ljós verður varpað á ymsar hættir at skipa nýggjar tunnilsverkætlanir, herundir eisini Sandoyartunnilin, saman við verandi tunlum, undir ymsum fortreytum.

Notat um undirsjóvartunlar

 

Framløga á kunningarfundi 31.05.11

Framløgan, sum Landsverk hevði fyri byggivinnuni um Skúladepilin við Marknagil, kann takast niður her:

Skúladepilin við Marknagil

Samferðsluætlanin

Her kanst tú lesa um kanningar- og fyrireikingararbeiðið, sum liggur til grund fyri ítøkiligu uppskotunum í samferðsluætlanini fyri Føroyar 2008-2020 og dagførdu útggávuni fyri 2012-2024.

Hald av landsvegum

Samstundis sum kostaðarstøði í samfelagnum er hækkað, og trýstið á landsvegirnar er økt, er almenna játtanin til viðlíkahald av vegunum lækkað síðani 1996. Úrtslitið er, at vegirnir falla í órøkt, staðfestir frágreiðing.

Hald av landsvegnum

ÚTGÁVUR

Blaðútgáva

Blað til politikarar og myndugleikar. 

Útgávur Árstal Tak niður

Status nr. 1

2010

Heinta

Samferðsluætlanir

Bókaútgávur

(Viðmerkjast skal, at "Landsverksfrøðingsstovnurnin 50 ár" bert finst í pappírsútgávu, men kann útvegast við at venda sær beinleiðis til Landsverk á t-posti lv@lv.fo ella tlf. 340 800)

Útgávur Árstal Tak niður

Landsverk 60 ár

2008

Heinta

Landsverk 50 ár (Bert forsíða)

1998

Heinta

Filmar

Filmar um ferðslutrygd og um Landsverk

Úrslit: