22-02-2011
Forkanningar til skúladepil byrjaðar

BYGGING: Nú er komið so mikið ávegis í fyrireikingunum til at byggja skúladepil við Marknagil, at forkanningar í løtuni verða gjørdar av lendinum. Somuleiðis er ein veðurstøð sett upp, ið ger mátingar av vindviðurskiftunum í økinum

Størsta byggiætlanin í Føroya søgu gongur eftir ætlan. Sjálvt projekteringsarbeiðið av skúladeplinum við Marknagil er komið væl áleiðis og verður liðugt umleið 10. juni. Síðani verður øll verkætlanin boðin út til arbeiðstakarar.

Í síðstu viku varð grivið av á nøkrum útvaldum støðum í økinum í sambandi forkanningar av lendinum. Hetta fyri at kunna gera metingar av, hvussu grundøkið er háttað og síðani rokna út, hvussu nógv tilfar skal gravast av, hvussu nógv skal spreingast, og hvussu nógv má fyllast í aftur.

Fyri kortum var eisini ein veðurstøð sett upp við Marknagil, ið fer at máta vindviðurskiftini í økinum.

Samlaði fíggjarkarmurin fyri skúladepilin er 391 mió. krónur, har av projekteringsuppgávan er mett at kosta 37 mió. krónur. Høvuðsráðgevarar eru BIG – Bjarke Ingels Group. Hini í ráðgevaratoyminum eru Fuglark, Lemming & Eriksson, Sámal Johannesen, Martin E. Leo og KJ Elráð.

Sjálv byggiarbeiðið fer í gongd í heyst, og eftir ætlan skal Skúladepilin við Marknagil verða klárur at taka í nýtslu á sumri 2014.

Um nakar vil vita meira um hesa verkætlanina ber til at ringja til Kristian Rasmussen, leiðara á verkleiðsludeildini, tlf. 290851, ella til kunningartænastuna á Landsverki, tlf. 290804/805.

Ein veðurstøð er sett upp við Marknagil fyri at máta, hvussu vindviðurskiftini eru í økinum.

Úrslit: