11-02-2011
BASING AV OLJUDÁLKING Á SJÓNUM: Tilbúgvingarætlan ávegis
TILBÚGVING: Tað var um ársskiftið, at Landsverk fekk uppgávuna at taka sær av basing av oljudálking á sjónum. Í gjár var fyrsti fundurin í stýrisbólkinum. Ein fyribils bygnaður er komin uppá pláss. Byrjað er at samansjóða serfrøðina, kravfesta, kanna og samskipa tilfeingið í landinum, og miðað verður ímóti at hava eina tilbúgvingarætlan fyri økið á borðinum tann 1. juli.

Basing av oljudálking á sjónum er eitt málsøki hjá Innlendismálaráðnum, sum ráðið higartil hevur umsitið í tøttum samstarvi við Umhvørvisstovuna. Nú hevur Landsverk fingið operativa partin av hesi uppgávu. Eitt stórt arbeiði er longu gjørt frammanundan, men enn er langt á mál. Landsverk hevur nú sett ferð á at fáa gjørt eina tilbúgvingarætlan fyri økið.

Samstarv og aftur samstarv
Fyri at vera væl fyrireikaður til eina oljuvanlukku er neyðugt við góðum samstarvi millum bæði almennar og kommunalar myndugleikar og privatar veitarar, og við størri vanlukkum eitt væl skipað samstarv millum lond. Í Føroyum hava kommunurnar tilbúgvingarliga ábyrgd av at basa oljudálking inni í havnum, bátahylum og tílíkt, meðan Landsverk m.a. hevur ábyrgdina av at basa oljudálkingum millum oyggjarnar og á opnum havi.

Og Landsverk hevur longu sett hol á arbeiðið at samansjóða serfrøðina í landinum, so hesi kunnu hjálpa hvørjum øðrum, um oljudálkingar taka seg upp. Á Landsverki er ein samskipanarbólkur settur at kortleggja og samskipa tilfeingið í landinum. Hugt verður eftir útgerð hjá landi, kommunum og áhugafeløgum, eftir flutningi á sjógvi/landi, manning, logistikki, hølum, tøkniligari útgerð og førleikum í mun til ábyrgd. Út frá hesum verður tørvurin á førleika, manglandi útgerð o.a. skrásettur.

Átrokandi tørvur á útgerð og førleikamenning
Longu nú er tað greitt, at tørvurin á útgerð og førleikamenning er stórur.

- Sambært ráðgeving, sum Landsverk áður hevur fingið úr Noregi, eiga vit sum minsta krav at keypa útgerð, so tað ber til at steðga eini oljuvanlukku, har 1.500 tons av olju koma á sjógv. "Worst case scenario", sum vit arbeiða við, tekur støði í, at hol kemur á eitt skip, lastað við 7.500 tonsum av olju, har so 1.500 tons ella 20% av lastini lekur út á sjógv. Hetta svarar til støddina á skipum, sum vanliga flyta tungolju til Føroyar. Til at loysa slíka uppgávu er mett, at neyðugt er við útgerð fyri umleið 10 mió. kr., sigur Fríðrik Heinesen, verkfrøðingur á vegadeildini og limur í samskipanarbólkinum á Landsverki fyri basing av oljudálking á sjónum.

Landsverk kannar í løtuni, hvørji førleikakrøv gera seg galdandi í tilbúgvingini í grannalondunum, og arbeitt verður við at fáa skeiðsvirksemi fyri fólk innan kommunalu og landstilbúgvingina her heima í gongd skjótast til ber. Ætlanin er at fáa skeiðshaldarar til Føroya, so øll við áhuga her heima fáa møguleikan at luttaka.

Keypmannahavnaravtalan tryggjar samstarv um størri vanlukkur
Skuldi tað hent, at ein upp aftur størri oljuvanlukka, enn “worst case scenario”, sum Landsverk arbeiðir við – ein sonevnd “blowout” vanlukka av sama slagi sum tann í Meksikoflógvanum - tók seg upp nærhendis føroyska markinum og dálkaði eitt stórt øki, kunnu vit í Føroyum einans dúva uppá samstarv við myndugleikar í grannalondunum. Í sokallaða Keypmannahavnaravtaluni (Nordisk aftale om samarbejde vedrørende bekæmpelse af forurening af havet med olie og andre skadelige stoffer), sum Føroyar eru partur av, binda limalondini seg til at eiga so mikið av útgerð, at til ber at læna hinum londunum útgerð, um størri dálkingar taka seg upp.

Samstarvið við grannalondini er longu byrjað
Um mánaðarskiftið luttekur umboð fyri Landsverk á fundi í Íslandi um Keypmannahavnaravtaluna, sum skal tryggja Føroyum eina hjálpandi hond, um størri oljudálkingar, sum vit ongan møguleika hava fyri at handfara sjálvi, raka føroyska havumhvørvið. Harafturat luttaka umboð fyri Landsverk og Umhvørvisstovuna sum eygleiðarar í eini stórvenjing í Onglandi í summar. Talan er um eina størri venjing (blowout scenario) har grannalondini við Ongland øll luttaka. Endamálið er júst tað at fáa roynt samstarvið og samskiftið landanna millum í verki og fáa í lag eitt tætt og skipað samstarv.

Málið hjá Landsverki er at hava eina tilbúgvingarætlan fyri hetta økið á borðinum tann 1. juli, soleiðis at farast kann undir førleikamenning og praktiskar venjingar longu í heyst.

Vilt tú vita meira um hetta evnið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Heina Eysturoy, leiðara á vegadeildini á Landsverki, tel. 290 881 ella við kunningartænastuna, tel. 290 805, sum kann vísa til rætta viðkomandi.

Úrslit: