FERÐSLUTRYGD: Seinastu tíðina hevur verið arbeitt við at seta lyktasteyrar upp millum Klaksvík og Ánirnar, og nú eru ljósini tendraði.
Arbeiðið, sum byrjaði áðrenn jól, hevur verið darvað nakað av tí nógva kavanum í vetur. Talan er um 24 lyktasteyrar, har Landsverk hevur staðið fyri at gera fundamentini, meðan Tummas Thomsen úr Klaksvík hevur gjørt el-arbeiðið. Talan er um eina felags íløgu hjá Landsverki og Klaksvíkar Kommunu.
Úr Klaksvík verður sagt, at rættliga nógv fólk eru at síggja til gongu eftir Ánavegnum, og síðani Norðhavnin varð tikin í brúk, er henda gonguferðslan økt munandi. Eisini verður hesin teinur nógv nýttur av rennarum ella teimum, sum bara ynskja sær ein longri gongutúr í vøkrum umhvørvi.
Nú hesin teinurin er tendraður, er samanhangandi ljós allan vegin úr Klaksvík og norður í Ánirnar.