04-02-2011
Metnógv kunna seg um veðrið á landsverk.fo

KUNNING UM VEÐRIÐ: Seinastu tveir dagarnar hevur veturin her heima veruliga víst seg frá síni køldu og áleypandi síðu. Onkur hevur kanska varnast, at heimasíðan landsverk.fo hevur verið nakað óstøðug í vikuni, serliga í seinnu helvt, tá rættiligt illveður gjørdi um seg kring alt landið.

Tað var serliga í gjár, hósdagin 3. febr., at talið av vitjanum inni á landsverk.fo fór heilt á flog. Ongantíð áður hava verið so nógvar vitjanir á heimasíðuni hjá Landsverki, og legði tað so nógv trýst á skipanina, at hon í løtum bukkaði undir. Eisini hevur parturin um veðrið á heimasíðuni verið óvirkin av somu orsøk part av degnum í dag. Arbeitt verður í løtuni við at finna eina loysn á hesum. Hetta er sera óheppið, og harmast vit um støðuna.

Vit fegnast tó hinvegin um allar vitjanirnar, og um at fólk kunna seg um veðrið á landsverk.fo.

Ynskir tú at vita meira um hetta evnið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við stjóran, Ewald Kjølbro, tel. 290 861.

Úrslit: