Aldumátingar

Fýra aldumátarar eru kring Føroyar: Norðanfyri, eystanfyri, sunnanfyri og vestanfyri. Vanliga verða dagførdar mátingar lagdar her á heimasíðuna so hvørt tær koma inn. Tað kann koma fyri, at aldumátari ikki fær samband, og í tílíkum førum, kunnu mátingarnar verða seinkaðar nakað.
 

Ávaring
2/11 2026 Aldumátarin Eystanfyri er óstøðugur, Innkomnu dáturnar eru ikki fullfíggjaðar. Hettar ger at aldulongdin ikki kann roknast. Tá skipið hjá Vørn er klárt verður boyan skift. Væntandi 1/2 november 2026 møguliga seinast í november 2026. 18/11 2026 Norðurboyan hevur óvirkna GPS eind tí er ikki heilt vist at hon er Norðanfyri sum hon eigur. Hon verður tikin og umvæld, tá skipi hjá Vørn er klárt.

Aldumátingar

Fakorð

Hædd: Signifikant alduhædd (Hm0)
Longd: Aldulongd
Tp: Alduperioda
Ætt: Ætt (Dirp)
Hiti: Sjóvarhiti
Knattstøða: WGS84

Aldumátingarlega

Úrslit: