08-04-2011
Nýggjur stjóri settur á Landsverki

LEIÐSLA: Innlendismálaráðið hevur í dag sett Ewald Kjølbro í starv sum stjóra á Landsverki. Síðani hálvan november hevur hann verið virkandi stjóri, eftir at Oyvindur Brimnes fór úr starvinum síðst í oktober.

Ewald Kjølbro er útbúgvin Akademiverkfrøðingur innan bygging frá DTU í 1994. Hann tók við sum leiðari á havnadeildini hjá Landsverki í 2001, og á vári 2009 gjørdist hann eisini leiðari á bygningadeildini.

Áðrenn Ewald Kjølbro kom á Landsverk, arbeiddi hann innan byggi- og anleggsvinnuna í Danmark, har hann bæði hevur fingist við byggileiðslu, projektleiðslu og projekteringsleiðslu.

Umframt útbúgving sum byggiverkfrøðingur hevur Ewald Kjølbro tikið fyrsta part av HD og tekur í løtuni HD yvirbygning innan roknskap og fíggjarstýring.

Ewald Kjølbro er 47 ára gamal, giftur og eigur fýra børn.

10 umsóknir vóru til starvið sum stjóri á Landsverki.

Um nakar ynskir at vita meira um hetta málið, ber til at seta seg í samband við Innlendismálaráðið á tlf. 306800 ella til Ewald Kjølbro á tlf. 290861.

Úrslit: