19-05-2011
Størri opinleika við nýggju heimasíðuni
SAMSKIFTI: Landsverk hevur fingið nýggja heimasíðu. Tøkniliga menningin gongur við rúkandi ferð, og hevur gamla heimasíðuskipanin frá 2004 tænt fyri seg. Nýggja síðan skal skapa enn størri opinleika um virksemi, vørur og tænastur, og framhaldandi veita aktuellar og álítandi upplýsingar um veðrið

Grundað á eina kvantitativa kanning, sum Landsverk lat gera í fjør, hevur ein arbeiðsbólkur á Landsverki kravfest og orðað eina webstrategi fyri nýggju heimasíðuna, sum letur upp alment í dag. Kanningin vísti millum annað, at landsverk.fo hevur ein stóran og sera loyalan skara av vitjandi. Nógv tann størsti parturin vitjar síðuna dagliga fyri at kunna seg um veðrið. Kanningin avdúkaði eisini, at tey vitjandi kundu hugsa sær at fingið meira at vita um verkætlanirnar hjá stovninum, sum eru í gongd kring landið. Avgjørt er tí at lýsa allar tær størri verkætlanirnar á heimasíðuni umframt eisini smærri vegaverkætlanir, sum stovnurin hevur fingið játtan til í ár. Støðan í hesum verkætlanum verður dagførd eina ferð um mánaðin. Eisini er ein útboðspartur komin við á nýggju heimasíðuni, har tey, sum ynskja at luttaka í útbjóðingum hjá Landsverki, sjálvi kunnu skráseta seg og taka niður útbjóðingartilfar av síðuni.

Nógv orka er somuleiðis løgd í at geva teimum vitjandi á nýggju síðuni eitt størri visuelt upplivilisi av stovninum við nógv fleiri myndum av bæði starvsfólkum, virkisøkjum, vørum og tænastum.

Við hesi nýggju heimasíðu fer tað vónandi at eydnast  at nøkta tørvin hjá teimum vitjandi upp aftur betri, og at røkka enn longri út í samfelagið, og fáa fleiri gestir á gátt.

Vilt tú vita meira um hetta evnið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við kunningartænastun tel. 290 804/290 805.

Úrslit: