18-04-2011
List í almenna rúminum til viðgerðar

TILTAK: Millum Kongaminnið og Kitsch er heitið á einum seminari, sum verður í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 29. apríl. Evnið er list í almenna rúminum

Tey seinastu 20 árini er nógv list sett upp í almenna rúminum í Føroyum. Tað eru lutvíst einstaklingar, men serliga kommunur, sum hava tikið stig til hetta.

Almennar byggiverkætlanir hava í stóran mun fastlagdar arbeiðsmannagongdir. Er hetta eisini galdandi fyri listaverkætlanir á almenna økinum? Og finst ein yvirskipað tilvitan um, hvørja funktión list í almenna rúminum kann hava? Hetta eru spurningar, ið verða viðgjørdir undir seminarinum.

 

Millum fyrilestrahaldararnar er danin Morten Stræde, ið er listarmaður og professari á Det Kongelige Danske Kunstakademi. Hann hevur gjørt eina røð av listprýði í almenna rúminum. Eisini luttekur danin Lars Gemzøe, ið er seniorráðgevi og arkitektur hjá Gehl Architects. Hann er viðurkendur serfrøðingur á økinum til at meta um dygdina av býrarlívinum í almenna rúminum. Frá føroyskari síðu luttaka Gunnar Hoydal, fyrrverandi býararkitektur, Guðrið Poulsen og Ole Wich, myndlistafólk, Helena Dam á Neystabø, mentamálaráðharri, Gunvá við Keldu, borgarstjóri í Klaksvík, og Jógvan Arge, formaður í Mentanarnevndini í Tórshavnar Kommunu. Skipað verður eisini fyri bólkakjaki, har tilgongdin í sambandi listprýði verður tikin upp til viðgerðar.

Tað eru Norðurlandahúsið, Mentamálaráðið, Føroya Kommunufelag, Kommunusamskipan Føroya, Arkitektafelag Føroya, Føroysk Myndlistafólk, LISA og Landsverk, ið skipa fyri seminarinum.

Um onkur vil vita meira um seminarið í Norðurlandahúsinum, ber til at ringja til Ole Jensen, arkitekt á Landsverki, tlf. 290 875, ella til kunningartænastuna, tlf. 290 804/805.

Úrslit: