Við hesum verður arbeiðið viðvíkjandi yvirdekkan av Emscherbrunni vm. hjá Landssjúkrahúsinum boðið út í almenna lisitatión.
Arbeiðið fevnir um:
- Jørð-/og betongarbeiði
- Betongarbeiði
- Yvirdekkan av brunnum
- Innhegning av reinisverkinum
Lisitatiónin verður á Landsverki, Tinghúsvegur 5, FO-110 Tórshavn fríggjadagin 27. mai 2011, kl. 14.00.
Útbjóðingartilfarið verður bert útflýggjað digitalt, og verður tað sent út mikudagin 27.04.2011. Bjóðandi kunnu fáa tað við skrivliga at venda sær til:
Landsverk
Tinghúsvegur 5,
Postsmoga 78,
FO-110 Tórshavn
jaar@lv.fo
Ástaðarfundur verður mánadagin 16. mai 2011 kl. 13.00 við reinsiverkið hjá Landssjúkrahúsinum.
Tá biðið verður um útbjóðingartilfar skal upplýsast:
- Navn á virki, adressa og vinnutal
- Kontaktpersónur og telefonnummar hjá kontaktpersóni
-Teldupostadressa
Spurningar í samband við prosjektið kunnu sendast skrivliga til jaar@lv.fo fram til fríggjadagin 20.05.2011. Innkomnir spurningar verða svaraðir í seinasta lagi týsdagin 24. mai 2011.