Við hesum verður arbeiðið viðvíkjandi umvæling av gólvunum í C-bygninginum á Landssjúkrahúsinum boðið út í almenna lisitatión. Talan er um gráa bygningin í J. C. Svabosgøtu 49.
Arbeiðið fevnir um at taka linoleum av gólvunum á báðum hæddum, leggja 12 mm krossfinér á gólvini og nýtt linoleum. Hurðar skulu styttast. Gólvvíddin er tilsamans umleið 2 x 500 m2.
Lisitatiónin verður á Landsverki, Tinghúsvegur 5 í Havn fríggjadagin 27. mai klokkan 15.
Útbjóðingartilfarið verður bert útflýggjað digitalt. Bjóðandi kunnu fáa tað við skrivliga at venda sær til: Landsverk, Tinghúsvegur 5, Postsmoga 78, Fo-110 Tórshavn. Telefon: 340 800. T-postur: jaar@lv.fo Ástaðarfundur verður mánadagin 16. mai klokkan 15. Møtt verður við Leiðbeiningina.
Tá biðið verður um útbjóðingartilfar skal upplýsast: Navn á virki, adressa og vinnutal - Kontaktpersónur og telefonnummar hjá kontaktpersóni og teldupostadressa.
Spurningar í sambandi við prosjektið kunnu sendast skrivliga til jaar@lv.fo fram til fríggjadagin 20. mai. Innkomnir spurningar verða svaraðir í seinasta lagi týsdagin 24. mai.