TILBÚGVING: Landsverk hevur regluliga skipað fyri venjingum í tunlum. Venjingar hava seinastu árini verið í m.a. Leynatunlinum, Kollfjarðartunlinum og Norðskálatunlinum í sambandi við dagføringar av hesum tunlum. Fyri fyrstu ferð er ein tilbúgvingarætlan nú gjørd fyri ein av gomlu tunlunum, og var hon roynd í verki í gjárkvøldi.
Tað var um sjey tíðina í gjárkvøldi, hóskvøldið 28. apríl, at Landsverk skipaði fyri eini venjing í Árnafjarðartunlinum saman við løgregluni, ambulansutænastuni á Klaksvíkar sjúkrahúsi, Klaksvíkar sløkkiliði og sløkkiliðnum Eystan Múla.