25-09-2026
Radioskipan komin í Viðareiðistunnilin
Loksins er radioskipan komin í Viðareiðistunnilin. Radioskipanin kann hava fleiri kanalir og hevur eisini break-in funku, sum merkir, at tilbúgvingin kann nýta radioskipanina, um ein óheppin støða er íkomin. Arbeiðið at seta radioskipanina upp gekk skjótt og væl. El-Service stóð fyri arbeiðinum.