20-07-2026
Myndarøð: Dalstunnilin latin upp fyri almennari ferðslu
Leygardagin 18. juli 2026 varð Dalstunnilin latin upp fyri almennari ferðslu.

Byrjað varð við rørslutiltaki í Húsavík, har høvi var at ganga, renna og súkkla ígjøgnum tunnilin.

Í dýrdarveðrinum vóru nógv fólk savnað til hátíðarhaldið við tunnilsmunnan í Dali, har Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnu- og samferðslumálum, og Anna Paulina Leo Olsen, borgarstjóri í Húsavíkar kommunu, hildu røðu. Somuleiðis bar Sigurð Ó. Vang fram heilsan vegna Landsverk. Eftir røðurnar klipti landsstýrismaðurin snórin.

Ein serlig løta á skránni var, tá Sjúrður Nolsøe koyrdi fyrsta bussin við skúlabørnum úr Dali ígjøgnum tunnilin. Sjúrður røkti skúlabarnaflutningin úr Dali í mong ár.

Havnar Hornorkestur spældi til hátíðarhaldið. At enda var hugni í bygdarhúsinum í Dali.

Myndir: Jens Kr. Vang

 

Úrslit: