Í sambandi við FM í landavegssúkkling, sum verður leygardagin 5. september 2026, verður ferðslan á pørtum av landsvegakervinum á Skálafjørðinum, í Rituvík, á Toftum og á Strondum ávirkað av súkklukappingini.
Kappingin byrjar á Skála kl. 10.00, og súkklað verður m.a. eftir Skálafjørðinum, gjøgnum Runavík og Rituvík, eftir Agninum til Toftir og síðani ígjøgnum Eysturoyartunnilin til Strendur.
Eysturoyartunnilin verður stongdur fyri aðrari ferðslu, meðan súkklararnir koyra ígjøgnum tunnilin.
Væntað verður, at tunnilin verður stongdur í hesum tíðarskeiðum:
Tíðirnar eru vegleiðandi og kunnu broytast alt eftir ferðini í kappingini. Fyrsti bólkurin verður væntandi við tunnilin millum uml. kl. 11.00 og 11.15 og á Strondum millum kl. 11.15 og 11.30. Seinnu ferðina verður feltið meira spjatt, við væntaðum tíðum við tunnilin frá uml. kl. 12.15 og á Strondum fram móti kl. 13.00.
Løgreglan stýrir, nær tunnilin verður stongdur og latin upp aftur. Vaktir verða við tunnilsmunnarnar og aðrastaðni á rutuni.
Ferðandi verða biðin um at vísa varsemi og rokna við seinkingum, meðan kappingin fer fram. Tilbúgvingarakfør sleppa altíð ígjøgnum.
Sersambandið fyri Súkkling og Triathlon (SST) skipar fyri kappingini.