18-11-2026
Silja Strøm hevur vunnið útboð um listprýðing av auluni hjá TSK

Í summar hevði Landsverk útboð um listprýðing av nýggju auluni hjá Tekniska Skúla í Klaksvík. Trý uppskot komu inn, og eftir eina samlaða meting varð uppskotið hjá Silju Strøm valt sum vinnari.

Í sínum uppskoti leggur Silja dent á tað ljósa og jaliga í menniskjanum. Listaverkið skal vera ein sjónlig áminning um, hvussu sterk vit kunnu vera saman.

Áðrenn útboðið hevði listabólkurin valt at bjóða trimum listafólkum at lata inn uppskot til listprýðing. Endamálið var at geva rúm fyri bæði nýggjum og væl kendum listarligum røddum. Vinnandi uppskotið hóskar væl til ein skúla, ið húsar ungdómi.

Vit gleða okkum til, at listaverkið verður almannakunngjørt.

Samstundis vilja vit takka Aldu Mohr Eyðunsdóttir og Hannu Bjartalíð fyri at lata inn uppskot til listprýðingina.

Úrslit: