
Frá umleið kl. 12.00 til umleið kl. 13.45 koyra bussar pendulfart til/frá bygdarhúsinum Sólarris og tunnilsmunnanum í Húsavík og koyra til/frá nýggja tunnilsmunnan í Dali og parkeringsøkinum við Stórá. Beint eftir hátíðarhaldið uml. kl. 14.30 koyra bussar pendulfart tá gjøgnum tunnilin og seta fólk av og taka fólk upp við steðgiplássini í Dali og Húsavík. Bussarnir koyra til umleið kl. 17.00.
Eisini er møguligt hjá fólki, ið skulu úr Dali til renning, gongd og súkkling frá Húsavík kl. 13:20 at taka buss norður um. Sí steðgiplássini á kortunum.
Væntandi verða nógvir bilar við fólki til renning, gongd, súkkling og hátíðarhaldið og tí er týðandi, at bilar vera parkeraðir á støðini í Húsavík, ið síggjast á kortinum niðanfyri og taka neyðug fyrilit til ferðslutrygdina. Landsverk vil ráða fólki til at brúka serbussarnar tí heilt avmarkað pláss er fyri bilum í Dali.
Umleið kl. 12.30 verður stongt fyri almennari bilferðslu á vegnum frá Húsavík suður til Dals.
Umleið kl. 12:45 verður stongt fyri almennari bilferðslu norður úr Dali til Húsavíkar.
Umleið kl. 14.30 verður latið upp fyri almennari bilferðslu frá tunnilsmunnanum í Dali. Umleið kl. 16.00 verður latið upp fyri almennari bilferðslu frá tunnilsmunnanum í Húsavík, tó í fyrsta umfari bert oman til parkeringsøkið við Stórá í Dali vegna tiltakið niðri í bygdini. Sí kortið yvir Dal.
Roknað verður við nógvari ferðslu og heitt verður á bilførarar at sýna stórt varsemi og tol í sambandi við tiltakið. Fyrivarni verður tikið fyri tillagingum – sí lv.fo og Facebook.
Lesið nærri um tiltakið her: Nýggi Dalstunnilin letur upp 18. juli 2026