05-10-2026
Kunning um graviroyndir í sambandi við fyrireiking av byggiverkætlan av lestrar- og sjúkrahúsíbúðum ovast í Eirargarði við Heygsvegin v.m.

Landsverk ynskir at kunna um, at arbeitt verður við eini møguligari samansettari bústaðabyggiverkætlan við lestrar- og sjúkrahúsíbúðum ovast í Eirargarði við Heygsvegin v.m. Verkætlanin er enn á fyrireikingarstigi, og ongin endalig avgerð er tikin um bygging. Verkætlanin er treytað av eini røð av ymiskum viðurskiftum. 
 
Ein fyrireikingarbólkur, settur av Fróðskaparsetrinum, arbeiðir við byggiverkætlanini og fer í næstum at stovna ein sjálvsognarstovn, ið skal standa fyri virkseminum. 
 
Býarskipanarlig tilgongd 
Landsverk og Heilsu- og orkumálaráðið eru í eini tilgongd saman við Tórshavnar kommunu, har arbeitt verður við at skipa økið hjá Landssjúkrahúsinum, sum liður í at framtíðartryggja og langtíðarmenna Landssjúkrahúsið. Hetta arbeiðið skal eisini tryggja, at neyðugu karmarnir eru til staðar fyri hesa verkætlan. 

 
Endamálið er, at ein møgulig bústaðabygging verður samskipað við framtíðar menning av Landssjúkrahúsinum, herundir ferðslu, atkomu, parkering, grønum økjum og grannaviðurskiftum. 
 
Tá málini koma til formliga myndugleikaviðgerð, verða tey viðgjørd eftir galdandi reglum, har grannar og aðrir áhugapartar fáa høvi at gera viðmerkingar. Hetta verður væntandi seinni í heyst, tá málið verður sent í hoyring. 
 
Projektkapping 
Samstundis arbeiðir sjálvsognarstovnurin undir stovnan við fyrireikingum av verkætlanini. Í heyst verður ætlandi ein projektkapping í heildararbeiðstøkuútboði, ið gongur til á várið 2027. 
 
Graviroyndir í oktober 
Sum liður í fyrireikingunum verða graviroyndir gjørdar í økinum í oktober 2026. Hetta fyri at fáa betri vitan um lendis- og jarðarviðurskifti, áðrenn verkætlanin verður boðið út. 
Í stuttum tíðarskeiði kann væntast nakað av maskinóljóði og ferðslu til/frá økinum. 
 
Kunning 
Eru spurningar ber til at venda sær til Marjuna Eysturoy, verkætlanarfólk, Landsverk á t-post: maey@lv.fo ella fart. 290 851. 

Úrslit: