28-08-2026
U.S. Coast Guard á vitjan í Føroyum
Á myndini eru umboð fyri U.S. Coast Guard, Landsverk og Føroya Politi.

Hesa vikuna hevur U.S. Coast Guard vitjað í Føroyum, og endamálið við vitjanini var at síggja havnir og fáa eitt prát um havnaviðurskifti. U.S. Coast Guard eru serliga áhugað í ferðamannaskipum og trygdarkrøvum í havnunum, og møguligt var at eygleiða ferðamannaskip, sum lógu við havn. 

Yvirgangsatsóknin í New York hin 11. september 2001 er beinleiðis atvoldin til ávísar broytingar í SOLAS (Safety of Life at Sea) altjóða sáttmálanum og ISPS-koduni (International Ship and Port Facility Code).  

Eftir yvirgangsatsóknina avgjørdi IMO (International Maritime Organisation), sum er stovnur undir ST, at kanna tørvin á at seta í verk fyribyrgjandi tiltøk í verk ímóti yvirgangsatsóknum o.ø. ímóti skipum og havnum. Tað er serliga umráðandi fyri USA, at havnir, hagar amerikanskir borgarar ferðast, lúka trygdarkrøvini í ISPS-koduni.  

Stjórin í Landsverk, Marjun Weihe Thomassen, hevði framløgu fyri umboðunum fyri U.S. Coast Guard um virksemið og ábyrgdarøkið hjá Landsverki. Landsverk er myndugleiki fyri ISPS -havnunum í Føroyum og samskipaði vitjanina við havnirnar. Tey trý umboðini fyri U.S. Coast Guard og Landsverk vitjaðu 4 av teimum 14 ISPS -havnunum. Vitjað var í Havn, Klaksvík, Fuglafirði og Runavík. 

Hetta var triðja vitjanin hjá U.S. Coast Guard í Føroyum.  

Úrslit: