Laila, debitorfulltrúi

Eg arbeiði við stórum upphæddum

Tá eg kom á Landsverk fyri 25 árum síðani, byrjaði eg sum hjálparfólk. Síðani kom eg í læru og havi roynt øll øki innan skrivstovuyrkið. Tað er mín uppgáva at avgreiða rokningar fyri stovnin og fáa peningin inn. Hetta er eitt stórt arbeiðspláss, og mín uppgáva er at sita við allari søluni. Bæði í Hundsarabotni, á Hústoft og hjá hinum grótbrotunum hjá Landsverki.

Starvið krevur av tær, at tú dugir væl at práta við ymisk fólk, ert bæði ágrýtin og tolin og megnar at hava nógvar bóltar í luftini í senn. Harafturat er tað eisini umráðandi at duga at arbeiða sjálvstøðugt og taka avgerðir. Tað snýr seg jú ofta um stórar upphæddir, sum tú arbeiðir við.

Tað góða við fíggjardeildini er, at her eru nógvar ymiskar uppgávur, og tað hendir altíð okkurt nýtt. Tað verður fylgt væl við tí nýggjasta innan hetta økið, og tað er bæði mennandi og spennandi. Stórar broytingar eru farnar fram til tað betra innan debitorøkið.

Landsverk er eitt stórt og frálíkt arbeiðspláss, sum eg trívist væl á. Her eru nógv fitt og dugnalig fólk, sum eru rættiliga ymisk.

Laila Saxov, debitorfulltrúi, stjórnardeildin

Úrslit: