Leirvíkartunnilin verður stongdur fyri allari ferðslu frá í mikukvøldinum kl 22.00 til hósmorgunin kl. 06.00. Ferðslan verður leidd gjøgnum tunnilin kl. 23.00, á midnátt, kl. 01.00, 02.00 og 04.00.
Loftið í Leirvíkartunlinum verður loftið tryggjað við betongspræning náttina til fríggjadagin. Tunnilin verður tí stongdur fyri allari ferðslu frá hóskvøldinum kl. 22.00 til fríggjamorgunin klokkan 04:30.
Ferðslan verður leidd ígjøgnum kl. 23.00 og á midnátt.
Vegna eftirlit verður Norðskálatunnilin stongdur fyri allari ferðslu frá mikukvøldinum 25. november til hósmorgunin 26. november, frá kl. 22.00 til kl. 06.00. Ferðslan verður leidd gjøgnum tunnilin kl. 23.00, á midnátt, kl. 01.00, 02.00 og 04.00.
