Seinast dagført: 01-01-2017

8.3 Luftskiftisskipanir

Stk. 1 Áseting

Luftskiftisskipanir skulu gerast á fullgóðan hátt við atliti at trygd, orku og inniluft.

(8.3, stk. 1) Vegleiðing

Ásetingar um luftskifti av inniluft eru lýstar í kap. 6, Inniumhvørvi.

Stk. 2 Áseting

Luftskiftið skal vera á slíkan hátt, at virkið ikki verður tarnað ov nógv av øðrum innleggingum, ið brúka luft og soleiðis, at tað slepst undan óneyðugari orkunýtslu.

Tilflutningur av útiluft skal kunna avmarkast í tíðarskeiðum, tá ið tørvur á luftskifti í ­bygninginum er lítil. Í rúmum, har tørvur á luftskifti er sera skiftandi, skal tilflutningur av útiluft kunna lagast til tørvin.

(8.3, stk. 2) Vegleiðing

Aðrar innleggingar, ið nýta luft, kunnu eitt nú vera gass- og oljufýrsinnleggingar, opnir eldstaðir ­(peisir), afturlatnir eldstaðir (brenniovnar), kongla­ovnar (pillebrændeovne) og ketlar til lívrunnið brenni og lívmegn, turkitrumlur, turkiskáp o.tíl.

Stk. 3 Áseting

Luftskiftisútbúnaður skal projekterast, gerast, stillast og avhendast sbrt. “DS 447, Ventilation i bygninger – Mekaniske, naturlige og hybride ventilationssystemer”.

Stk. 4 Áseting

Luftskiftisútbúnaður skal gerast soleiðis, at hesin ikki elvir til eldvanda.

Arbeiðið skal fara fram í samsvari við “DS 428, Norm for brandtekniske foranstaltninger ved ventilationsanlæg”.

Stk. 5 Áseting

Luftskiftisskipanir skulu reinsast, rekast og haldast viðlíka, so tær eru reinar og í fullgóðum standi tøkniliga. Hetta skal gerast sambært “DS 447, Ventilation i bygninger – Mekaniske, naturlige og hybride ventilationssystemer”.

Stk. 6 Áseting

Luftskiftisútbúnaður við innblásing og útsúgving skal lúka krøvini til hitaendurvinning í “EU-forordning nr. 813/2013/EU” og “EU-forordning nr. 206/2012/EU”.

Víkjast kann tó frá kravinum, tá ið hitaavlopið av úrtøkuluftini ikki kann gagnnýtast á rímiligan hátt.

Luftskiftisútbúnaður við hitapumpu til hita­endurvinning skal hava COP á í minsta lagi 3,6 í upphitingarstøðu (heating mode).

COP í sambandi við upphiting verður skjal­prógvað sbrt. “DS/EN 14511, Airconditionanlæg, væskekølere og varmepumper med eldrevne kompressorer til rumopvarmning og rumkøling – Del 1-3”.

(8.3, stk. 6) Vegleiðing

Mett verður ikki, at umrensl (recirkulation) kann nýtast í staðin fyri hitaendurvinningarútbúnað.

Fyri luftskiftisútbúnað, sum bert er veitari til eitt hús, eru herd krøv, sbrt. stk. 8.

Víkjast kann frá kravinum í rúmum, har tað einans er neyðugt við køling.

Stk. 7 Áseting

Luftskiftisútbúnaður við innblásing og útsúgving, ið er veitari til ein bústað, skal hava hita­endurvinning við hitavirknaðarstigi á í minsta lagi 80 %.

(8.3, stk. 7) Vegleiðing

Ásetingin er eisini galdandi, tá luftskiftis-útbúnaður verður lagdur inn í hvørja einstaka íbúðareind sær í einum íbúðarhúsi.

Stk. 8 Áseting

Til luftskiftisútbúnað, ið er veitari til fleiri bústaðir ella fleiri vinnueindir, og har guva ella bitlar kunnu koma fyri, skulu loysnir veljast, sum tryggja góða luftgóðsku.

(8.3, stk. 8) Vegleiðing

Roykur, matarroykur o.a., sum ofta er ein vansi í íbúðarhúsum, má ikki verða fluttur runt í húsinum.

Snúningshitavekslarar og hitavekslarar, ið leka ­innan, kunnu t.d. lata roykbitlar aftur til inniluftina, sum harvið er til ampa fyri búfólkið.

Stk. 9 Áseting

Til luftskiftisútbúnað við støðugari luftveiting má ravmagnsnýtslan at flyta útiluft ikki fara upp um 1.800 J/m³.

Til luftskiftisútbúnað við skiftandi luftveiting má ravmagnsnýtslan at flyta útiluft ikki fara upp um 2.100 J/m³ við størstu veiting og mesta trýst­missi.

Til útsúgvingarútbúnað, har útiluft ikki verður tilflutt mekaniskt, má tilskilaða ravmagnsnýtslan at flyta luft ikki fara upp um 800 J/m³.

Ásetingin fevnir ikki um útbúnað, ið er knýttur at ídnaðarligum tilgongdum og útbúnaði, har árliga ravmagnsnýtslan at flyta luft er minni enn 400 kWh.

(8.3, stk. 9) Vegleiðing

Við ravmagnsnýtslu at flyta útiluft skilst samlaða ravmagnsnýtslan fyri hvønn m³ av fluttari luft, roknað frá luftinntøku til luftúrtøku.

Luftin kann sostatt verða flutt av fleiri viftum.

Við luftskiftisútbúnað við skiftandi luftveiting skilst útbúnaður, har luftveitingin, tá ið útbúnaðurin er í gongd, kann stillast við hond ella sjálvvirkandi á slíkan hátt, at nýtslan minkar munandi.

Ravmagnsnýtslan at flyta luft kann roknast út fyri hvønn luftskiftisútbúnað sær ella fyri luftskiftis­útbúnaðin í einum bygningi í síni heild.

Ravmagnsnýtslan at flyta luft verður roknað út sbrt. “DS 447, Ventilation i bygninger – Mekaniske, naturlige og hybride ventilationssystemer”.

Stk. 10 Áseting

Til luftskiftisútbúnað við støðugari ella skiftandi luftveiting og hitaendurvinning, ið er veitari til ein bústað, má ravmagnsnýtslan at flyta luft ikki fara upp um 1.000 J/m³, tá ið raksturin er við mesta trýstmissi. Veiting til útbúnaðin skal vera gjøgnum íbinding, soleiðis at ravmagnsnýtslan kann mátast.

Stk. 11 Áseting

Útbúnaður at væta innblástrarluft við má bert leggjast inn, um trygdar-, framleiðslu-, varðveitslu- ella heilsuorsøkir tala fyri hesum.

Stk. 12 Áseting

Natúrligt luftskifti umvegis útluftingarrør skal leiðast upp um tekju, og útluftingarrørið skal hava slíka hædd og slíkt skap, at luftin verður veitt burtur á nøktandi hátt uttan at vera til ampa fyri kringumstøðurnar.

(8.3, stk. 12) Vegleiðing

Útluftingarrør frá køki, baði- og vesirúmi eigur at verða leitt heilt upp til húsamønuna.

Stk. 13 Áseting

Útluftingarrør til natúrligt luftskifti skulu vera tøtt.

(8.3, stk. 13) Vegleiðing

Kravið verður mett at vera lokið, tá ið tættleikaflokkur A í “DS 447, Ventilation i bygninger – Mekaniske, naturlige og hybride ventilationssystemer”, verður nýttur
 

Stk. 14 Áseting

Luftskiftisútbúnaður, har elnýtslan til viftur er meira enn 3000 kWh pr. ár, skal gerast við elmátara.

Ásetingin er galdandi í sambandi við nýbygging og innlegging av nýggjum luftskiftisútbúnaði í verandi bygging.

(8.3, stk. 14) Vegleiðing

Ásetingin er ikki galdandi, um t.d. ein verandi ­luft­skiftisútbúnaður verður víðkaður til at fevna um fleiri høli í bygninginum.

Elmátarar skulu lúka “Sikkerhedsstyrelsens ­bekendtgørelse om måleteknisk kontrol med målere, der anvendes til måling af elforbrug med hensyn til overnesstemmelsesvurdering ella typegodkendelse og førstegangsverifikation”. Hitamátari til máting av hitanýtsluni í hitaflatum skal vera sbrt. “Sikkerhedsstyrelsens bekendtgørelse om måleteknisk kontrol med målere, der anvendes til måling af forbrug af varme i fjernvarmeanlæg med hensyn til overensstemmelsesvurdering eller typegodkendelse og førstegangsverifikation”.

Stk. 15 Áseting

Luftskiftisútbúnaður har hitanýtslan til heitar flatur er meira enn 10000 kWh pr. ár, skal hitanýtslan mátast. Elnýtslan i elhitaflatum, har samlaða nýtslan er meira enn 3000 kWh pr. ár, skal mátast.

Ásetingin er galdandi í sambandi við nýbygging og innlegging av nýggjum luftskiftisútbúnaði í verandi bygning.

(8.3, stk. 15) Vegleiðing

Ásetingin er ikki galdandi, um t.d. ein verandi ­luftskiftisútbúnaður verður víðkaður til at fevna um fleiri høli í bygninginum.

Elmátarar skulu lúka “Sikkerhedsstyrelsens ­bekendtgørelse om måleteknisk kontrol med målere, der anvendes til måling af elforbrug med hensyn til overnesstemmelsesvurdering eller typegodkendelse og førstegangsverifikation”. Hitamátarar til máting av hitanýtsluni í hitaflatum skal vera sbrt. “Sikkerhedsstyrelsens bekendtgørelse om måleteknisk kontrol med målere, der anvendes til måling af forbrug af varme i fjernvarmeanlæg med hensyn til overensstemmelsesvurdering eller typegodkendelse og førstegangsverifikation”.

Úrslit: