Luftskiftisskipanir skulu gerast á fullgóðan hátt við atliti at trygd, orku og inniluft.
Ásetingar um luftskifti av inniluft eru lýstar í kap. 6, Inniumhvørvi.
Luftskiftið skal vera á slíkan hátt, at virkið ikki verður tarnað ov nógv av øðrum innleggingum, ið brúka luft og soleiðis, at tað slepst undan óneyðugari orkunýtslu.
Tilflutningur av útiluft skal kunna avmarkast í tíðarskeiðum, tá ið tørvur á luftskifti í bygninginum er lítil. Í rúmum, har tørvur á luftskifti er sera skiftandi, skal tilflutningur av útiluft kunna lagast til tørvin.
Aðrar innleggingar, ið nýta luft, kunnu eitt nú vera gass- og oljufýrsinnleggingar, opnir eldstaðir (peisir), afturlatnir eldstaðir (brenniovnar), konglaovnar (pillebrændeovne) og ketlar til lívrunnið brenni og lívmegn, turkitrumlur, turkiskáp o.tíl.
Luftskiftisútbúnaður skal projekterast, gerast, stillast og avhendast sbrt. “DS 447, Ventilation i bygninger – Mekaniske, naturlige og hybride ventilationssystemer”.
Luftskiftisútbúnaður skal gerast soleiðis, at hesin ikki elvir til eldvanda.
Arbeiðið skal fara fram í samsvari við “DS 428, Norm for brandtekniske foranstaltninger ved ventilationsanlæg”.
Luftskiftisskipanir skulu reinsast, rekast og haldast viðlíka, so tær eru reinar og í fullgóðum standi tøkniliga. Hetta skal gerast sambært “DS 447, Ventilation i bygninger – Mekaniske, naturlige og hybride ventilationssystemer”.
Luftskiftisútbúnaður við innblásing og útsúgving skal lúka krøvini til hitaendurvinning í “EU-forordning nr. 813/2013/EU” og “EU-forordning nr. 206/2012/EU”.
Víkjast kann tó frá kravinum, tá ið hitaavlopið av úrtøkuluftini ikki kann gagnnýtast á rímiligan hátt.
Luftskiftisútbúnaður við hitapumpu til hitaendurvinning skal hava COP á í minsta lagi 3,6 í upphitingarstøðu (heating mode).
COP í sambandi við upphiting verður skjalprógvað sbrt. “DS/EN 14511, Airconditionanlæg, væskekølere og varmepumper med eldrevne kompressorer til rumopvarmning og rumkøling – Del 1-3”.
Mett verður ikki, at umrensl (recirkulation) kann nýtast í staðin fyri hitaendurvinningarútbúnað.
Fyri luftskiftisútbúnað, sum bert er veitari til eitt hús, eru herd krøv, sbrt. stk. 8.
Víkjast kann frá kravinum í rúmum, har tað einans er neyðugt við køling.
Luftskiftisútbúnaður við innblásing og útsúgving, ið er veitari til ein bústað, skal hava hitaendurvinning við hitavirknaðarstigi á í minsta lagi 80 %.
Ásetingin er eisini galdandi, tá luftskiftis-útbúnaður verður lagdur inn í hvørja einstaka íbúðareind sær í einum íbúðarhúsi.
Til luftskiftisútbúnað, ið er veitari til fleiri bústaðir ella fleiri vinnueindir, og har guva ella bitlar kunnu koma fyri, skulu loysnir veljast, sum tryggja góða luftgóðsku.
Roykur, matarroykur o.a., sum ofta er ein vansi í íbúðarhúsum, má ikki verða fluttur runt í húsinum.
Snúningshitavekslarar og hitavekslarar, ið leka innan, kunnu t.d. lata roykbitlar aftur til inniluftina, sum harvið er til ampa fyri búfólkið.
Til luftskiftisútbúnað við støðugari luftveiting má ravmagnsnýtslan at flyta útiluft ikki fara upp um 1.800 J/m³.
Til luftskiftisútbúnað við skiftandi luftveiting má ravmagnsnýtslan at flyta útiluft ikki fara upp um 2.100 J/m³ við størstu veiting og mesta trýstmissi.
Til útsúgvingarútbúnað, har útiluft ikki verður tilflutt mekaniskt, má tilskilaða ravmagnsnýtslan at flyta luft ikki fara upp um 800 J/m³.
Ásetingin fevnir ikki um útbúnað, ið er knýttur at ídnaðarligum tilgongdum og útbúnaði, har árliga ravmagnsnýtslan at flyta luft er minni enn 400 kWh.
Við ravmagnsnýtslu at flyta útiluft skilst samlaða ravmagnsnýtslan fyri hvønn m³ av fluttari luft, roknað frá luftinntøku til luftúrtøku.
Luftin kann sostatt verða flutt av fleiri viftum.
Við luftskiftisútbúnað við skiftandi luftveiting skilst útbúnaður, har luftveitingin, tá ið útbúnaðurin er í gongd, kann stillast við hond ella sjálvvirkandi á slíkan hátt, at nýtslan minkar munandi.
Ravmagnsnýtslan at flyta luft kann roknast út fyri hvønn luftskiftisútbúnað sær ella fyri luftskiftisútbúnaðin í einum bygningi í síni heild.
Ravmagnsnýtslan at flyta luft verður roknað út sbrt. “DS 447, Ventilation i bygninger – Mekaniske, naturlige og hybride ventilationssystemer”.
Til luftskiftisútbúnað við støðugari ella skiftandi luftveiting og hitaendurvinning, ið er veitari til ein bústað, má ravmagnsnýtslan at flyta luft ikki fara upp um 1.000 J/m³, tá ið raksturin er við mesta trýstmissi. Veiting til útbúnaðin skal vera gjøgnum íbinding, soleiðis at ravmagnsnýtslan kann mátast.
Útbúnaður at væta innblástrarluft við má bert leggjast inn, um trygdar-, framleiðslu-, varðveitslu- ella heilsuorsøkir tala fyri hesum.
Natúrligt luftskifti umvegis útluftingarrør skal leiðast upp um tekju, og útluftingarrørið skal hava slíka hædd og slíkt skap, at luftin verður veitt burtur á nøktandi hátt uttan at vera til ampa fyri kringumstøðurnar.
Útluftingarrør frá køki, baði- og vesirúmi eigur at verða leitt heilt upp til húsamønuna.
Útluftingarrør til natúrligt luftskifti skulu vera tøtt.
Kravið verður mett at vera lokið, tá ið tættleikaflokkur A í “DS 447, Ventilation i bygninger – Mekaniske, naturlige og hybride ventilationssystemer”, verður nýttur
Luftskiftisútbúnaður, har elnýtslan til viftur er meira enn 3000 kWh pr. ár, skal gerast við elmátara.
Ásetingin er galdandi í sambandi við nýbygging og innlegging av nýggjum luftskiftisútbúnaði í verandi bygging.
Ásetingin er ikki galdandi, um t.d. ein verandi luftskiftisútbúnaður verður víðkaður til at fevna um fleiri høli í bygninginum.
Elmátarar skulu lúka “Sikkerhedsstyrelsens bekendtgørelse om måleteknisk kontrol med målere, der anvendes til måling af elforbrug med hensyn til overnesstemmelsesvurdering ella typegodkendelse og førstegangsverifikation”. Hitamátari til máting av hitanýtsluni í hitaflatum skal vera sbrt. “Sikkerhedsstyrelsens bekendtgørelse om måleteknisk kontrol med målere, der anvendes til måling af forbrug af varme i fjernvarmeanlæg med hensyn til overensstemmelsesvurdering eller typegodkendelse og førstegangsverifikation”.
Luftskiftisútbúnaður har hitanýtslan til heitar flatur er meira enn 10000 kWh pr. ár, skal hitanýtslan mátast. Elnýtslan i elhitaflatum, har samlaða nýtslan er meira enn 3000 kWh pr. ár, skal mátast.
Ásetingin er galdandi í sambandi við nýbygging og innlegging av nýggjum luftskiftisútbúnaði í verandi bygning.
Ásetingin er ikki galdandi, um t.d. ein verandi luftskiftisútbúnaður verður víðkaður til at fevna um fleiri høli í bygninginum.
Elmátarar skulu lúka “Sikkerhedsstyrelsens bekendtgørelse om måleteknisk kontrol med målere, der anvendes til måling af elforbrug med hensyn til overnesstemmelsesvurdering eller typegodkendelse og førstegangsverifikation”. Hitamátarar til máting av hitanýtsluni í hitaflatum skal vera sbrt. “Sikkerhedsstyrelsens bekendtgørelse om måleteknisk kontrol med målere, der anvendes til måling af forbrug af varme i fjernvarmeanlæg med hensyn til overensstemmelsesvurdering eller typegodkendelse og førstegangsverifikation”.