Tekniski Skúlin í Tórshavn, Føroya Handilsskúli og Føroya Studentaskúli hava leingi havt trongar og ótíðarhóskandi hølisumstøður. Í fleiri ár hevur verið neyðugt at avvísa skikkaðar umsøkjarar orsakað av trongu umstøðunum. Tey seinnu árini hevur verið arbeitt við fleiri ymiskum uppskotum til at bøta um viðurskiftini hjá skúlunum. 26. mai 2008 varð samtykt at byggja skúladepil til hesar tríggjar skúlarnar. Depilin verður bygdur við Marknagil í Havn.

Støðan

oktober 2017

Arbeiðið gongur væl, og í løtuni eru umleið 90 arbeiðsfólk á byggiplássinum við Marknagil. Fyri kortum varð sáttmáli gjørdur við Húsavarðatænastuna um tað seinasta av arbeiðinum uttanhýsis, millum annað uttanhýsis loft og terrassur. Somuleiðis hevur lisitatión verið um jarðhitaverkætlanina, eins og múraraarbeiðstøkan er send út í innbodna lisitatión. Arbeiðið á byggiplássinum við Marknagil fer í løtuni fram soleiðis:
- Articon arbeiðir við at stoypa seinastu gólvini, sum væntandi verða liðug síðst í oktober.
- Húsavarðatænastan arbeiðir við at seta loftini upp á fjórðu og fimtu hædd. Somuleiðis fyrireika teir at flyta stóru stilladsina yvir í blokk F, har uttanhýsisi loftini síðani verða sett upp.
- MT Højgaard er so smátt við at gera veggarbeiðið á fjórðu hædd liðugt, og byrjar nú upp á aðru hædd.
- Lafuco ger innanhýsis glasveggir, har hædd fimm og seks væntandi verða lidnar síðst í oktober.
- KONE eru byrjaðir at seta upp lyftir í bygninginum.

juni 2017

Nú sæst væl inni í bygninginum, at hann er við at fáa skap. Gólvini á 5. og 6. hædd eru liðugt stoypt, og síðani verður stoypt á 4. hædd. Á 6. hædd eru eisini gipsveggir settir upp og glasvernd og fasaduglas um at verða liðugt. Húsavarðatænastan er byrjað upp á loftini, og Lafuco fyrireikar uppsetingina av glasi innandura.

Glasir, september 2017

mynd

Fakta

Arbeiðsánari: Mentamálaráðið

Byggiharri: Landsverk

Tekniskur ráðgevi: BIG

Tíðarætlan: Eftir ætlan verður skúlin tikin í nýtslu við skúlaársbyrjan í 2018.

Kostnaðarætlan: 515 mió. kr. íroknað innbúgv o.a.

Skúladepilin: Verður umleið 19.500 fermetrar til støddar og fer at hýsa 1.500 næmingum. Hóast depilin verður skipaður í trimum sjálvstøðugt arbeiðandi eindum (studentaskúli, handilsskúli og tekniskur skúli) verður talan um ein og sama skúla við felags leiðslu og nógvum felags hentleikum. Byggingin verður formað soleiðis, at undirvísingin kann skipast kreativt, nýhugsandi, eins og hon skal vera fakliga og námsfrøðiliga slóðbrótandi. Til tess at lúka framtíðarinnar ókendu krøv til undirvísing, verður byggingin myndað við smidligum loysnum og fjøltáttaðum rúmleika, eins og partar av skúlanum vera opnir fyri næmingum alt samdøgrið.

factimg
Úrslit: