Arbeiði fram við landsvegi krevur loyvi

Loyvir

Landsverk er vegamyndugleiki og umsitur tískil eina røð av loyvum. Eitt nú loyvi at binda í landsveg, bygging nærhindis, graviloyvi og flutningsloyvi fram við landsvegi. Les nærri undir teimum ymsu loyvunum, hvussu hesi kunnu útvegast.

Íbinding í landsveg

At binda í landsveg krevur loyvi frá landsvegamyndugleikanum, sum er Landsverk. Tá tað verður hildið at vera neyðugt av vegatekniskum ella ferðsluligum ávum, kann myndugleikin seta tøknilig krøv um, hvar íbindingin skal vera. Eisini kann ásetast, hvussu hon skal gerast, breiddin á henni, útsýnisøkið frá hornunum og slag og nøgd av ferðslu eftir hesi íbinding.

Loyvi kann gevast treytað av, at landsvegurin, orsakað av teim broyttu ferðsluviðurskiftunum, verður umbygdur við eini eyka farbreyt. Tað kann vera vinstrasnaringarbreyt, umkoyringarbreyt, rundkoyring, ferðsluljós ella líknandi.

Landsvegamyndugleikin kann krevja, at kostnaðurin av neyðugum tiltøkum heilt ella partvís verður goldin av kommunala myndugleikanum ella í serligum føri, tá ræður um privatar íbindingar, av viðkomandi ánara ella brúkara. Eisini kann Landsverk krevja at standa fyri at gera neyðug tiltøk ímóti endurgjaldi fyri kostnaðin av hesum. Talan kann vera um fleiri tøknilig krøv enn tey, sum nevnd eru her.

Loyvi at arbeiða við landsveg

Vegarbeiðir ávirka ferðsluna, og hetta kann ganga út yvir ferðslutrygdina og trygdina hjá teimum, sum arbeiða við vegin. Tí skal altíð søkjast um loyvi frá Landsverki, áðrenn farið verður undir arbeiði við landsveg.

Sí fílar til høgru.

Dømi um logbók fyri kanning av skelting sæst her

Umsókn

Fyri at fáa loyvi at arbeiða við landsveg, skal umsóknarblaðið sendast ella latast Landsverki í góðari tíð.

Í sambandi við umsóknina krevur Landsverk eina lýsing av arbeiðinum við eitt nú kortum, tekningum og tíðarætlan. Um arbeiðið krevur, at serlig atlit verða tikin, so trygdin ikki kemur í vanda í pørtum av arbeiðinum, skal hetta lýsast serliga væl. Hetta kann verða spreinging v.m.

Tilskilast skal, hvussu arbeiðið verður skeltað í arbeiðstíðarskeiðinum. Til tað er møguligt at brúka eina standard skeltiætlan, ið greitt er frá longur niðri.

Skjalprógvast skal, at arbeiðstakarin hevur neyðugu førleikarnar fyri at fáa eitt arbeiðsloyvi. Hetta er útgreinað longri niðri her á síðuni.

Eitt arbeiðsloyvi frátekur ikki umsøkjarum at tryggja sær, at onnur loyvir eisini kunnu verða neyðug.


Treytir
Landsverk samskipar og letur arbeiðstakaranum loyvi til at arbeiða við landsvegin við ávísum treytum. Treytirnar kunnu býtast sundur í almennar treytir, sum altíð verða settar, og serstakar treytir fyri aktuella arbeiðið.
 

Almennar treytir

  • Fráboðast skal, nær arbeiðið byrjar og endar.
  • Farast kann ikki í gongd, fyrr enn góðkend skeltiætlan fyriliggur.
  • Góðkend skeltiætlan skal altíð vera á arbeiðsstaðnum.
  • Skeltini skulu kannast tvær ferðir hvønn  arbeiðsdag og eina ferð um dagin, tá ikki verður arbeitt. Hetta skal skrásetast.
  • Tá tað ikki verður arbeitt við vegin, skal øll óneyðug skelting takast burtur, fjalast ella vendast burtur frá vegnum. Um skeltir verða vend burtur frá vegnum, skal endurskin vera á útgerðini, so hon eisini sæst í myrkri, sjálvt um skeltið ikki sæst. Um útgerð/tilfar er við vegin, skal A39 altíð standa.
  • Skjalprógvast skal, at arbeiðstakarin hevur førleika at arbeiða við vegarbeiði.
  • Allar broytingar í arbeiðsgongd og tíðarætlan skulu fráboðast og góðkennast av Landsverki.
  • Landsverk kann steðga arbeiðinum, um treytirnar í loyvinum ikki verða hildnar. Um  skelting ella trygdin á plássinum ikki er sambært loyvi og reglum annars, kann Landsverk uttan ávaring, og fyri arbeiðstakarans rokning, seta tiltøk í verk fyri at rætta uppá tað.
  • Tá ið verkætlanin er liðug, skal hetta fráboðast Landsverki. Verkætlanin skal tá gjøgnumgangast, og møguligir manglar, ið Landsverk staðfestir, skulu gerast, annars tilskilar Landsverk sær rætt at gera hesar fyri arbeiðstakarans rokning.

Asfalttreytirnar

Serligar treytir

Umframt almennu treytirnar kunnu aðrar treytir setast.

Skeltiætlan
Eitt arbeiði kann ikki fara í gongd, fyrr enn ein góðkend skeltiætlan er fyri arbeiði. Vanliga eru tað bæði Løgreglan og Landsverk í skulu góðkenna skeltiætlanir. Løgreglan og Landsverk eru tó komin ásamt um nakrar standard skeltiætlanir, ið kunnu brúkast uttan at tær skulu góðkennast av Løgregluni í hvørjum einstøkum føri.

Í teimum førum har ætlanin er at brúka eina standard skeltiætlan, er heldur ikki neyðugt at lata Landsverki tekning av ætlanini. Tá er bert neyðugt at tilskila í umsóknarblaðnum, hvat fyri standard skeltiætlan, ið ætlanin er at brúka, og hvussu ætlanin er at skelta, tá ið onki arbeiði er.

Havast skal tó í huga, at umstøður á staðnum kunnu gera tað neyðugt at tillaga skeltiætlanina ella at tekna eina serliga skeltiætlan fyri arbeiði. Tað er arbeiðstakarin ið hevur ábyrgdina av, at lata eina fullfíggjaða skeltiætlan við umsóknini, ið er nøktandi fyri tað arbeiðið, hann ætlar at gera.

Landsverk hevur eina meginreglu tá tað snýr seg um arbeiðsfólk á vegnum. Tá skal skeltast niður í eina hámarksferð á 40 km/t, meðan arbeitt verður. Uttan fyri arbeiðstíð kann hámarksferðin við vegarbeiði vera 60 km/t, um ikki serlig viðurskiftir gera tað neyðugt at fara longur niður í ferð.

Í sambandi við arbeiði í tunlum, kann tunnilin vera opin fyri ferðslu, um tað til dømis bert verður arbeitt í aðari síðuni og/ella í vegjaðaranum.

Á vegum við einari koyribreyt mugu vegarbeiðir skipast soleiðis, at tey eru til so lítlan ampa, sum gjørligt. Er neyðugt, kann vegurin stongjast, men hetta krevur loyvi frá Landsverki. Kravt verður tá, at arbeiðstakarin skal gjalda fyri lýsingar í eitt nú Kringvarpinum, men tað er tó Landsverk sum orðar lýsingarnar. Tryggjast skal altíð, at neyðsynjarakfør sleppa fram við arbeiðinum.

Kunningarskeltir kunnu verða sett upp fyri vegarbeiðir, ið ávirka ferðsluna í longri tíð, har ferðslan verður umløgd, ella har vegir ella tunlar verða stongdir heilt fyri ferðslu. Landsverk tekur støðu til, um hetta er neyðugt, og arbeiðstakarin ber kostnaðin av hesum.

Krøv til førleika hjá arbeiðstakara
Skeiðið "Vegurin sum arbeiðspláss" - ella líknandi góðkent skeið - krevst fyri at kunna standa fyri arbeiði við landsveg. Skeiðið fevnir um ferðslutrygd, arbeiðstrygd, skelting og annað viðvíkjandi vegarbeiði.

Í minsta lagi ein á arbeiðsstaðnum skal hava galdandi prógv í tílíkum skeiði. Fleiri upplýsningar um skeiðið kunnu fáast á www.vej-eu.dk "Vejen som arbejdsplads".

Trygdarætlan
Ein serlig treyt er, at í sambandi við arbeiði í tunli, skal trygdarætlan fyri arbeiðið gerast og krøv verða sett til arbeiðsgongd og førleika. Hesi krøv eru gjørd í samráði við Brunaeftirlitið á Vørn.

Bygging fram við landsvegi

Endamálið við eini byggilinju er at fáa eina seinni vegabreiðking ella umlegging bíligari fyri tað almenna og at tryggja, at eigarin ikki seinni verður kravdur at taka niður bygningar og annað, sum eins væl kunnu setast á øðrum staði á ognini. Endamálið við eini byggilinju, sum einans verður ásett fyri at tryggja ferðsluligan tørv, er at halda bygging og tey arbeiði, ið stava frá hesi, í passandi frástøðu frá ferðsluni.

Fyri alla bygging skal avvarðandi kommuna søkjast um loyvi. Málið skal sendast til ummælis hjá Landsverki, áðrenn byggiloyvi verður givið.

Umsókn um flutningsloyvi

Sambært §38 og §40 í ferðslulógini kann loyvi vera latið til serligan flutning, til dømis til serliga tungan flutning. Kunngerð er gjørd um mest loyvdu breidd, longd, hædd, vekt og ástrýst á akførum. Fer akfarið út um mark, má flutningsloyvi fáast til vega.

Politiið letur flutningsloyvi í samráð við landsvegamyndugleikan. Tann, sum skal hava flutningsloyvi, vendir sær til politiið og søkir um loyvi við at fylla út oyðublaðið "Umsókn um flutningsloyvi". Oyðublaðið kann heintast á heimasíðuni hjá politinum: politi.fo

Er talan um ferðslu eftir landsvegi sendir politiið Landsverki umsóknina til góðkenningar. Um loyvi verður latið, verður váttan send aftur til politiið. Kann loyvi ikki latast sambært umsóknini, verður møguliga víst til alternativa farleið ella aðrar treytir verða settar til flutningin, so hesin verður til so lítlan ampa fyri ferðsluna og vegakervið, sum tilber.

Úrslit: