08-09-2016
Aðrir arbeiðstakarar yvirtaka bygging hjá TG Verki við Marknagil
VERKÆTLAN: Ein røð av avtalubrotum hjá høvuðsarbeiðstakaranum og harvið seinkingar í sambandi við byggingina, hevur fingið Landsverk at taka neyðuga stigið at biðja aðrar arbeiðstakarar yvirtaka partar av byggingini av Glasi.

TG Verk hevur í gjár formliga boðað Landsverki frá, at byggifyritøkan kortini ikki fer at gera arbeiðið við innilokan av bygninginum liðugt, eins og fyritøkan heldur ikki vísir vilja til at fáa víðfevndar feilir og manglar í rættlag. Millum annað týðandi partar av betongarbeiði og brunaverju av stáli, ið TG Verk í eini avtalu við Landsverk síðsta heyst bant seg til at gera. Sum byggiharri kann Landsverk ikki rinda fyri arbeiði, ið ikki er gjørt sum avtalað.

Avtalubrotið merkir somuleiðis, at Landsverk fer at taka stig til at loysa út peningatrygdina á stívar 20 mió. krónur, sum TG Verk hevur veitt í sambandi við verkætlanina. Peningurin fer til at rinda fyri arbeiðið hjá teimum arbeiðstakarum, ið nú fáa sum uppgávu at yvirtaka byggingina.

Í sambandi við størri byggiverkætlanir er vanligt, at arbeiðstakarin veitir bankatrygd fyri einum prosentparti av byggikostnaðinum. Orsøkin er, at byggiharrin skal hava eina ávísa fíggjarliga trygd fyri, at byggingin kann gjøgnumførast, hóast trupulleikar stinga seg upp sum í hesum føri.

Avtalað varð millum Landsverk og TG Verk, at betong og stálarbeiðið skuldi verða liðugt í mai í ár. Nú vit eru farin inn í september, er arbeiðið framvegis ikki liðugt, og nakað væl er eftir at gera.

Tíðin gongur undan, og tí hevur Landsverk ikki møguleika at bíða longur eftir TG Verki. Aðrir arbeiðstakarar eru til reiðar at fara í gongd við tað, sum eftir er at gera.

- Hetta er sjálvandi ein óheppin støða. Vit hava givið høvuðsarbeiðstakaranum allar møguleikar at gjøgnumføra sín part av byggingini, men mugu bara staðfesta, at TG Verk ikki hevur megnað at hildið avtalurnar okkara millum, sigur Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki.

Stórar og torgreiddar byggiverkætlanir ganga nærum ongantíð eftir einum snóri, og ásannast má, at tað hava verið nógvar og stórar avbjóðingar í sambandi við byggingina av Glasi.

Í gjár boðaði TG Verk so Landsverki frá, at arbeiðið við at inniloka bygningin steðgar við fimm daga freist. Hetta merkir, at byggifyritøkan ikki hevur í hyggju at gera tær arbeiðsuppgávur lidnar, sum stjórin so seint sum í síðstu viku boðaði frá í Degi & Viku, at TG Verk fór at gera.

- Vit hava tí tikið stig til at loysa út bankatrygdirnar hjá TG Verk, sum eru umleið 20 mió. krónur, so arbeiðið kann halda fram við øðrum arbeiðstakarum. Vit gera nú eina roynd at byrgja upp fyri teimum seinkingum, sum avtalubrotini hjá arbeiðstakarunum hava elvt til, sigur Ewald Kjølbro.

Landsverk fer alt fyri eitt undir at fáa endaligar avtalur í lag við tær byggifyritøkur, sum hava sagt seg vera sinnaðar at taka yvir, nú TG Verk hevur boðað, at innilokanin ikki verður gjørd liðug.

Úrslit: