Keyp tilfar frá Landsverki!

Grót, skervur og sandur

Landsverk hevur fleiri grótbrot, har grót og skervur verður framleitt. Somuleiðis innflytir stovnurin eina røð av skervsløgum og sandi. Grótbrot liggja í Hundsarabotni, á Hústoft, oman fyri Porkeri og á Sandi. Størsta brotið er tað í Hundsarabotni.

Niðanfyri á síðuni ber til at klikkja seg inn á vøruskránna, síggja myndir og lesa um tey ymsu sløgini av gróti, skervi og sandi. Somleiðis ber til at bíleggja og rokna út nøgd.

Soleiðis keypir tú grót og skerv

Grót og skervur fæst á verkunum hjá Landsverki í Hundsarabotni, Hústoft, Sandi og í Porkeri. Útboðið á teimum ymsu støðunum sæst í vøruskránni.

Kundar, ið ikki hava gjaldsavtalu við Landsverk, rinda fyri vøruna, áðrenn hon verður heintað. Gjaldast kann á posthúsum og peningastovnum ella við FR-Visa (Dankort)* í Hundsarbotni. Í grótbrotunum á Hústoft, í Porkeri og á Sandi ber ikki til at nýta gjaldskort. Tað ber somuleiðis til at flyta peningin beinleiðis á konto hjá Landsverki í peningastovnunum. Kundanummar ella telefonnummar skal viðmerkjast á flytingini. 

Upplatingartíðir

Hundsarabotnur og Hústoft:      Kl. 8.00-12.15 og frá kl. 12.45-16.00.
Porkeri:                                               Kl. 8.00-12.00 og frá kl.  13.00-16.00.

Á Sandi er tó bert opið eftir avtalu. Til ber at avtala tíð við at ringja á tlf. 290 910.

Stongt er ísv. summarfrítið og um jóltíðir. Lýst verður við tíðarskeiðnum nakrar vikur frammanundan her á heimasíðuni. Harumframt kann vera stongt orsakað av ringum veðri.

Bankar

Banki Kontonummar

Giro

9909-435.170.4

Eik Banki

9181-128.220.6

Suðuroyar Sparikassi

9870-101.191.0

Norðoyar Sparikassi

9865-101.790.4

Bank Nordik

6460-431.468.0

Kreditkeyp

Almennir stovnar, kommunur og arbeiðstakarar kunnu gera kreditavtalu við Landsverk við ávísum treytum. Les meira um treytirnar her: debitorpolitikkur ella heinta ein kredittavtaluseðil her: kredittavtaluseðil
 

  1. Keyparin skipar sjálvur fyri flutningi
     
  2. Hevur tú kvittanina við, tá tú heintar vøruna, lættir tað um avgreiðsluna


Um tú hevur spurningar í sambandi við keyp av gróti og skervi, ert tú vælkomin at seta teg í samband við fíggjardeildina á Landsverki á tlf. 290 825 ella 290 761.

* Tikið verður ikki ímóti Visa Elektron, Mastercard ella øðrum kortum. 

Úrslit: