Landsverk hevur eftirlit við almennum leigumálum

Ognir

Landsverki hevur ábyrgd av at viðlíkahalda bygningar landsins. Í 2017 var samlaða fermetratalið komið upp á umleið 250.000. Viðlíkahaldsarbeiði verður gjørt í neyvum samarbeiði við avvarðandi aðalráð.

Viðlíkahaldsarbeiði fevnir tó um annað, enn bert vanligt viðlíkahald. Landsverk veitir bæði byggilistarliga & -tøknuliga ráðgeving í samband við størri og smærri umbyggingar, dagføringar og tillagingar o.a. hjá landinum.

Landsverk veitir ráðgeving, sum er beinleiðis tengd at øðrum pørtum av bygging yvirhøvur. Eitt nú kanningar, støðumetingar, gerð av byggiskrá ella annað.

Landsverk ger ymiskar verkætlanir og luttekur í nevndararbeiði, sum á byggilistarligan ella byggifrøðiligan hátt livir upp til áhugamál landsins.

Landsverk hevur eftirlit og ger tilmæli um leigumál og keyp av ognum fyri landið.

Viðlíkhald av almennum bygningurm

Yvirskipaða endamálið við bygningsviðlíkahaldi er at tryggja byggitekniska støðið á almennum bygningum, og at tryggja virkseminum í bygningunum fullgóðar og vælvirkandi karmar.

Landsverk arbeiðir við at skráseta allar bygningar hjá landinum, soleiðis at møguligt er at gera eina langtíðar viðlíkahaldsætlan fyri hesar bygningarnar. Hetta arbeiðið verður gjørt í samráði við aðalráðini og avvarðandi stovnar.

Søguligir bygningar

Løgtingslóg um friðan av fornminnum og bygningum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 11 frá 19. apríl 1972, er galdandi fyri allar friðlýstar bygningar og bygningspartar í Føroyum.

Vegna Føroya Landsstýri hevur byggideildin á Landsverki í neyvum samarstarvi við Forngripasavnið til uppgávu at viðlíkahalda og umvæla friðlýstar bygningar landsins

Leigumál

Landsverk er góðkennnandi myndugleikin í sambandi við leigumál hjá aðalráðunum og avvarðandi stovnum. Uppgávan er at ráðgeva í sambandi við leigumál, og at góðkenna allar leigusáttmálar.

Keyp av ognum

Landsverk ger í hvørjum einstøkum føri eina støðumeting. Mett verður um eina ogn í mun til tað virksemi, sum ognin skal hýsa. Somuleiðis verður mett um byggitøkniliga støðið á ognini.

Eisini verður mett um kostna fyri møguligar broytingar, tillagingar ella umvælingar.

Orkutøk

Landsverk ger eitt miðvíst arbeiði fyri at betra um bygningarnar hjá landinum. Serliga við atlit í sambandi við orkunýtslu. Bygningar, sum hóska væl til orkuumvæling, verða útvaldir, og síðani verður arbeitt við at orkuumvæla hesar.

Endamálið við okuumvælingini er bæði at minka um orkunýtsluna og at betra um komfort, funktion og hækka støðið á bygningum landsins. Miðað verður ímóti at arbeiða við bæði disponering, klimaskermi, hitakeldum, stýringum og atburði.

Úrslit: