Rakstur og viðlíkahald

Árliga játtanin hjá Landsverki til rakstur og viðlíkahald av landsvegakervinum, sum Deildin fyri Infrakervi á Landsverki umsitur, liggur um 42 mió. krónur.

Av samlaðu játtanini til viðlíkahald av landsvegum á 42 mió. kr., fara umleið 11 mió. kr. til vetrarhald, 4 mió. kr. til asfaltering og 8 mió. kr. til planlegging, myndugleikaviðgerð, tilbúgving og umsiting. Tær síðstu 19 mió. kr. eru til rakstur og viðlíkahald av vegum og tunlum. Tað arbeiða 22 starvsfólk, harav 5 formenn í haldinum. Í vetrarhaldinum arbeiða 6 mans úr Framleiðsludeildini og 4 mans úr smiðjunum. Umframt at smiðjufólk kunnu verða sett á vakt uttan fyri vanliga arbeiðstíð. 

Innheintan av eftirsleipi

Landsverk hevur í nógv ár víst á, at játtanin til viðlíkahald er alt ov lág. Játtanin er støðugt minkað gjøgnum fleiri ár, samstundis sum kostnaðarstøðið er hækkað. Hetta hevur gingið út yvir viðlíkahaldið av føroyska vegakervinum, herímillum tunlar og brýr. Samlaði tørvurin á játtan til viðlíkahald og dagføring av landsvegunum, tunlum og brúm er mettur at vera 375 mió. kr.

Av 340 brúm eru 32 brúgvar í støðumeting 4. Støðumetingarnar eru frá 0-5, har 4 merkir: Ógvuslig niðurbróting. Verður skjótt óvirkin. Dagføringar neyðugar innan stutta tíð. Bráðfeingis tørvurin til brúgvar og tunlar er mettur at vera 60 mió. kr.

Tað hava verið játtaðar 3-4 mió. kr. til dagføring av brúm og tunlum um árið, játtanin í 2019 er 5,5 mió. kr., men neyðugt verður við munandi hægri játtan komandi árini. Tað er ein fyritreyt fyri, at neyðugar ábøtur kunnu gerast, sum varðveita framkomuleika og trygd í ferðsluni.

Vetrarhald á landsvegunum

Tá veðurstøðirnar boða frá hálkulíkindum, verða teir vegirnir saltaðir fyrst, har mesta ferðslan er. Játtan og útgerð er ikki til at rudda kava og salta allar landsvegir 24 tímar um samdøgrið. Landsverk hevur tí bólkað landsvegirnar í fýra ymiskar vegflokkar: A, B, C og D. Arbeitt verður í tíðarbilinum, tá tað er mest ferðsla.

A og B vegir eru teir við mestu ferðsluni. Undir vanligum umstøðum eru allir vegir í flokki A farbarir frá klokkan 6 á morgni, leygardagar frá klokkan 7 og sunnudagar frá klokkan 8.

C eru vegir við minni ferðslu, og D eru vegir við næstan ongari ferðslu. Málið fyri C vegir er, at tað skal bera til at ferðast við lagaligheit eftir hesum vegum. D vegirnir verða bara ruddaðir eftir áheitan í vanligari arbeiðstíð, eftir at A, B og C vegirnir eru ruddaðir.

Landsverk hevur nú samanlagt 27 veðurstøðir kring landið, sum veita upplýsingar um millum annað hita, vind, ætt og hvirlur hvørt 10. minutt alt samdøgnið. Somuleiðis eru vevmyndatól á nógvum veðurstøðum, soleiðis at til ber at síggja støðuna á vegnum her á heimasíðuni ella umvegis appina hjá Landsverki, ið eisini hevur fleiri aðrar tænastur. 

Sí yvirlit yvir vegflokkar í landinum – saltaðir teinar eru merktir við reyðum liti.
 

Sí saltætlanir omanfyri
 

Hálka

Hvat er hálka?
Rímfrost er tann mest vanliga hálkustøðan í Føroyum. Rímfrost kemur, tá hitin á vegabreytini er undir 0 ˚ C, samstundis sum døggmarkshitin er oman fyri hitan á vegnum.

Døggmarkshitin er tann hitin, sum luftin skal kølast niður til fyri at verða mettað við vatnguvu. Verður hitin minni enn døggmarkið, verður vatnguvan til vatndropar. Veghitin kann vera lægri enn lufthitin, t.d. um morgunin eftir eina kalda nátt.

Nær kemur rímfrost?
Rímfrost kann koma fyri alt samdøgrið, men ein vanlig vandamikil vetrarstøða er, tá vegbreytin er undir frostmarki eftir eina klára vetrarnátt við nógvari vætu í luftini, t.d. har luft streymar inn frá havinum.

Hvat verður gjørt?
Við hjálp av forsøgnum kann í flestu førum sigast frá rímfrosti frammanundan, og tí verður næstan altíð saltað fyribyrgjandi ímóti rímfrosti.

Íslag
Um vetrarnar hoyrist javnan í útvarpinum, at vandi er fyri glerstoyttum vegum. Glerstoyttir vegir er tað sama sum eitt “íslag”; men tað er eisini nakað, sum á donskum eitur “islag”, og hvat er so munurin millum “glerstoyttir vegir” og “islag”?

1. Íslag = glerstoyttir vegir
Avfall (t.d. regn) kann elva til eitt íslag á vegirnar. Hóast avfallið er oman fyri frostmarkið, kann tað elva til eitt íslag – við tað at tað rakar vegin, har hitin er undir frostmarkið.

Eyðkendar støður við glerstoyttum vegum:
Eftir regnveður kann klára í við stórari geisling, t.e. klárum himni. Harvið kann veghitin fella til undir frostmarkið. Tá er vandi fyri glerstoyttum vegum. Eftir regnveður kunnu vegirnir eisini verða glerstoyttir, hóast veghitin ikki beinanvegin fellur til undir frostmarkið, bara hitin í luftini er undir. Glerstoyttir vegir kunnu eftir stutta tíð verða sera hálir.

Glerstoyttir vegir eftir regnveður kunnu koma fyri allan veturin ígjøgnum – tað er hitin í luftini, sum avger tað. Seint um veturin og um várið kunnu glerstoyttir vegir eisini koma fyri orsakað av frystum távatni ein sólskinsdag, um kavi liggur í fannum fram við vegunum.

2. Íslag = regn sum frystur
“Íslag” kemur fyri við veðurlíkindum, har luftin vanliga er køld, men í nakrar fáar hundrað metrar hædd er eitt heitari luftlag við hita yvir frostmarkið. Í fallinum ímóti jørðini nær avfallið tí at smelta, men tað verður kølt av aftur í nánd av jørðildinum. Tað kallast undirkølt regn. Tá ið droparnir raka jørðina, verða teir sprændir út og frysta beinanvegin og verða til eitt íslag á vegum og øðrum yvirflatum.

“Íslag” kemur bara fáar ferðir fyri um árið í Danmark og er mest vanligt síðst á vetrinum ella tíðliga um várið.
Bæði glerstoyttir vegir og svarthálka kann henda so knappliga, at vegirnir ógvuliga skjótt kunnu gerast glerstoyttir. Tí má ráðast til, at ferðin verður sett nógv niður.

Hvat verður gjørt, tá tað kavar?
Kavi og kavarok hevur stóra ávirkan á framkomuna á vegunum og á útreiðslurnar til vetrarhaldið. Tá ið tað kavar eitt sindur, kann kavin bræðast burtur við salti, men kavar tað illa, má kavin ruddast. Um tað er gjørligt, verður saltað fyribyrgjandi, áðrenn tað fer at kava fyri at forða fyri, at kavin verður koyrdur fastur av ferðsluni á vegunum.

Meðan tað kavar, verður kavin ruddaður av vegunum við kavaplógvum. Tá ið tað er hildið uppat at kava, verður aftur saltað fyri at taka burtur kavan, sum eftir er og forða fyri, at vegirnir ikki verða glerstoyttir.

Vegsalt

Hvørt ár verða nógv tons av salti spreidd út á landsvegirnar. Á henda hátt slepst undan nógvum álvarsomum óhappum. Kortini eru deildar meiningar um vegsalt. Nógv halda, at saltið ger, at bilarnir rusta, og at tað skaðar umhvørvið. Hetta er partvíst rætt, tó skaðar salt ikki eitt nýmótans akfar. Harafturat er salt eitt neyðugt evni, sum forðar fyri, at kavi og ísur frysta fast á vegunum og tryggjar, at fólk koma skjótt og trygt fram.

Saltað verður fyribyrgjandi. Tað vil siga, áðrenn tað verður hált. Sostatt verður saltmongdin minni, og av tí at saltið í dag verður vætað við saltvatni, verður spart upp til heili 30% av salti.

Plantur og vegsalt
Saltið hevur tíanverri nakrar neiligar avleiðingar fyri trø, runnar og lendið fram við vegunum. Tað kann hava við sær skaða á plantur, eitt nú misvøkstur, følnaðir kantar á bløðunum, seinri spretting, og at leyvið fellur ov tíðliga. Í serliga álvarsomum førum kann vegsaltið gera, at trøðini doyggja. Besta ráðið er at seta runnar og trø minst tveir metrar frá vegi ella kanti á gongubreyt.

Krøv í sambandi við asfaltarbeiðir

Landsverk tilskilar sær rætt til at krevja, at tað verður asfalterað umaftur við slitlagið, eftir at vegurin hevur sett seg. Umframt hetta leggur Landsverk dent á, at skeringin tvørtur um vegin er 40 stig, og at slitlagið er av sama slagi sum í verandi vegi, soleiðis at slitið framyvir verður javnt.

Fyrstu ferð asfalterað verður, skal samlaða tjúktin vera minst 10 cm, lagt út í tveimum. Eftir 1-2 ár skal slitlag leggjast á av sama slag sum á vegnum annars. Á markinum millum skoytini skal verandi asfalt fresast 5 cm niður, so at nýggja asfaltið kann leggjast við eini umskaring á 20 cm yvir tað gamla lagið. Fyri at sleppa undan frostspreingingum millum umskaringarnar verða skoytini innsiglaði við bitumen ella líknandi, fyri at væta ikki skal sleppa til. Normaltvørskurður - kaðalgrøv

Víst verður annars til, at asfaltarbeiði yvirhøvur skal fremjast eftir ávísingunum  “Asfaltarbeiðir”, frá januar 2011

Úrslit: