Landsverk varð stovnað í 1948

Um okkum

Við høvuðssæti mitt í hjartanum á høvuðsstaðnum, átta vegastøðum kring landið, trimum smiðjum, tveimum asfaltverkum, trimum grót- og fýra skervverkum, einari bitumengoymslu og seks saltgoymslum, er Landsverk ein stovnur, ið er virkin um alt landið.

Um Landsverk

Síðani 1948 hevur Landsverk bygt vegir, tunlar, havnir og seinnu árini eisini bygningar undir landinum. Vit hava heilt frá byrjan havt um hendi byggitekniskar uppgávur í breiðastu merking fyri land og kommunur, og eru í dag ein stovnur undir Samferðslumálaráðnum.

Vit hava um hendi vega-, havna- og byggiharrauppgávur, og skulu heilt yvirskipað tryggja, at karmarnir fyri ferðslu og virksemi eru nøktandi, tryggir og samanhangandi. Fakliga og óheft røkja vit tað verandi, byggja tað nýggja og fyrireika tað komandi til næstu ættarlið.

Afturat hesum høvuðsuppgávum er tað eisini samtykt við lóg, at Landsverk hevur eftirlit við almennu partafeløgunum, Vágatunnilin og Norðoyatunnilin, sum eiga og reka undirsjóvartunlarnar undir ávikavist Vestmannasundi og Leirvíksfirði.

Síðani 1975 hava vit verið limur í NVF, ið er Norrønt vegtekniskt forum. Tað er ein felagsskapur við fleiri enn 800 limum, sum hevur til endamáls at menna vega-, ferðslu- og flutningsøkið við samstarvi millum fakfólk í Norðurlondum.

Við 150 starvsfólkum - umroknað til umleið 125 fulltíðarstørv – teljast vit millum størstu arbeiðspláss í landinum.

 

Okkara søk
Fakliga og óheft skal Landsverk røkja tað verandi, byggja tað nýggja og fyrireika tað komandi. Vit tryggja heildarmyndina av landsins bygningum og infrakervi – nú og í framtíðini.

 

Okkara leiklutir
Vit eru Landsverk fyri borgaran, sum byggiharri og til vinnulívið.

 

Vitja Landsverk
Á Landsverki fáa vit javnan vitjan av næmingum úr fólkaskúlanum og miðnámsskúlunum, og tað dámar okkum væl. Ynskir tú eitt nú at vitja grót- og skervverkið í Hundsarabotni, hoyra ein fyrilestur um virkisøkini hjá stovninum ella bara síggja, hvussu arbeiðslívið hjá eitt nú einum verkfrøðingi, arkitekti ella smiði er her á Landsverki, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum.

Virksemið kring landið

Lógargrundarlag

Landsverk virkar millum annað undir:

  • Reglugerð fyri Landsverkfrøðingin frá 22. apríl 1998
  • Løgtingslóg nr. 132 frá 10. juni 1993 um fyrisiting
  • Løgtingsfíggjarlógin §15
  • Kunngerð nr. 22 frá 14. mars 2007 um roknskaparverk landsins
  • Løgtingslóg nr. 133 frá 1993 um innlit í fyrisitingina

Ognartøka
Landsverk hevur sambært delegatión frá Føroya Landstýri heimild til ognartøku.

  • Lóg nr. 69 frá 7. mai 1881 "om forpligtelse til jords afgivelse til offentlige veje, havne og landingssteder samt til offentlige skoler på Færøerne"
  • Løgtingslóg nr. 103 frá 20. november 2007 um ognartøku og avhendan til flogferðsluendamál



Útbjóðing

  • Løgtingslóg nr. 106 frá 15. november 1984 um útbjóðing (lisitatiónslógin)



Havnir

  • Løgtingslóg nr. 11 frá 31. mars 2004 um at verja havnir
  • Kunngerð nr. 33 frá 25. mai 2004 um at verja havnir

Vegir og ferðsla

  • Løgtingslóg nr. 51 frá 25. Juli 1972 um landsvegir við seinni broytingum
  • Kunngerð nr. 13 frá 26. februar 2007 um landsvegaskrá
  • Løgtingslógarkunngerð nr. 14 frá 2. mars 1988 um ferðslu við seinni broytingum
  • Kunngerð nr. 75 frá 17. juni 1980 um ferðslumerkingar, seinni broytt við kunngerð nr. 96 frá 30. oktober 2007.
     

Bygging annars

  • Galdandi verklagslógir
  • ABF 06 - ABR 89 (Almindelige bestemmelser for teknisk rådgivning og bistand) 
  • BR 08 (donsk bygningareglugerð)


Havumhvørvið og basing av oljudálking

  • § 22, stk. 3 og § 24, stk. 2 í løgtingslóg nr. 59 frá 17. mai 2005 um verju av havumhvørvinum
  • Heimildarskriv til Landsverk viðvíkjandi basing av oljudálking á sjónum eftir kap. 14 í lóg um verju av havumhvørvinum.

Alment Innlit

Sambært løgtingslóg nr. 133 frá 1993 um innlit í fyrisitingina kann ein og hvør krevja at verða kunnaður um tey skjøl, sum komin eru til ein myndugleika - í hesum føri Landsverk - ella sum ein myndugleiki hevur gjørt. Tó eru nøkur undantøk; til dømis í sambandi við persónsmál. Í sovorðnum førum hevur tú sum borgari bert rætt til innlit í viðurskifti viðvíkjandi einum sjálvum.

Umbøn um alment innlit skal sendast til lv@lv.fo.

Heilsu-, trygdar- og umhvørvispolitikkur

Endamálið við okkara HTU arbeiði er at tryggja, at ongin fær skaða ella mein av okkara virksemi, og at vit sum stovnur dálka umhvørvið minst møguliga. Vit leggja áherðslu á, at allar uppgávur, sum vit loysa, skulu hava heilsu trygd og umhvørvi við sum fokusøki.

Fyri at røkka hesum vilja vit:

  • Við upplæring og kunning arbeiða fram ímóti, at okkara starvsfólk taka atlit at heilsu, trygd og umhvørvi í øllum arbeiðsuppgávum og arbeiði annars.
  • Halda lógir og reglur, fylgja okkara egnu stevnumiðum og teimum hjá landinum innan heilsu trygd og umhvørvi.
  • Tøkniliga velja loysnir við atliti at heilsu, trygd, umhvørvi og búskapi.
  • Afturvendandi seta nýggj mál.
  • Systematisera mannagongdir innan heilsu, trygd og umhvørvi.
  • Nýta tilfeingið skilagott.
  • Finna og fyribyrgja vandar so hvørt, sum teir koma í gerandisdegnum innan heilsu, trygd og umhvørvi.
  • Samstarva, samskifta og økja um tilvitanina um heilsu, trygd og umhvørvi hjá starvsfólkunum og samstarvspartnarum.
  • Í sambandi við tilfarsveitarar, arbeiðstakarar og samstarvsfeløg seta somu krøv til teirra tilgongd sum til okkum sjálvi.

Viðgjørt á trygdarnevndarfundi 25.08.2015.

Samtykt á leiðslufundi 31.08.2015.

Úrslit: