06-07-2016
Glasiliga Glasir reist
HÁTÍÐARLØTA: Ein stórur dagur í føroyskari byggisøgu fór fram í gjár, tá reisigildi varð hildið á Glasir við Marknagil, sum er Føroya størsta byggiverkætlan nakrantíð. Umleið 200 fólk luttóku í reisigildinum, har ímillum umboð fyri donsku arkitektafyritøkuna, BIG, sum hevur teknað stóru og glasiligu verkætlanina.

Sum fjølmiðlarnir longu hava greitt frá vítt og breitt, so var reisigildi hildið í gjár á nýggja miðnámsskúlanum í Havn, Glasir. Talan er sjálvandi um eitt týdningarmikið vegamót í Føroya størstu verkætlan, sum tað hava verið stórar avbjóðingar við, eftirsum byggingin hevur verið rakt av nógvum trupulleikum. Hetta er ikki ókent nakrastaðni í sambandi við stórar byggiverkætlanir. Í gjár vóru hesir trupulleikar lagdir til viks eina løtu, meðan reisigildið fór fram.

Tiltakið, sum varð hildið í leingjuni við høvuðsinngongdina og út móti stóra runda høvuðsbygninginum, byrjaði við, at Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki, bjóðaði vælkomin, og segði nøkur orð um gongdina í verkætlanini.

- Hetta er eitt vegamót og ein stórur dagur fyri okkum øll, sum hava við verkætlanina at gera. Ikki minst fyri tey, sum fara at hava sína dagligu gongd her. Tað veri seg bæði næmingar, lærarar og starvsfólk annars, segði Ewald Kjølbro.

Hann vísti á mongu snávingarsteinarnar á vegnum, sum hava borið í sær stórar avbjóðingar.

- Onkrar kundu vit havt verið fyri uttan, men tað lata vit liggja í dag. Kjarnin í øllum er, at okkara unga ættarlið skjótt fær góðar og virðiligar karmar at leggja grundstøðið undir víðari útbúgving. Tað veit eg fer at gerast veruleiki við tí stásiliga bygningi, vit nú standa í, segði stjórin á Landsverki.

Síðani fekk Rigmor Dam, landsstýriskvinna, orðið, og eisini hon fegnaðist um teir stóru framtíðarmøguleikarnar, ið stóru og stásiligu skúlakarmarnar fara at geva unga ættarliðnum.

Bogi Bech Jensen, rektari á Glasir, sum til gleði fyri útlendsku áhoyrarnar úr Danmark og Íslandi valdi at halda sína talu á enskum, vísti á stóru møguleikarnar á Glasi, ið verður ein samanlagdur skúli millum Studentaskúlan, Handilsskúlan og Tekniska Skúla við plássi fyri umleið 1.500 miðnámsskúlanæmingum.

Arkitektarnir handan glasiligu verkætlanina vóru sjálvandi komnir til Føroya í sambandi við reisigildið.

Bjarki Ingels, sum hevur lagt navn til ungu og longu heimsgitnu arkitektafyritøkuna, BIG – Bjarke Ingels Group, greiddi frá visjónunum við bygninginum.

Fyritøkan, sum í 2007 gjørdi vinnandi uppskotið til skúlan í arkitektakappingini, hevði tá umleið 70 fólk í starvi. Í dag eru umleið 400 starvsfólk á BIG, ið fyri nøkrum árum síðani lat upp deild á sjálvum Manhattan í New York.

- Sjálvt um skyline á Manhattan er stórsligið, so er tað einki ímóti tí, vit síggja her, segði Bjarke Ingels og peikaði á náttúrugivnu umstøðurnar kring skúlan við framúr góða útsýninum frá skúlanum yvir høvuðsstaðin og Nólsoyarfjørð.

Ein annar av ánarunum í BIG, arktekturin Finn Nørkjær, sum er tann, ið mest hevur arbeitt við stóru verkætlanini, fekk eisini orðið. Hann arbeiddi í Føroyum og búði her saman við familjuni í eitt hálvt ár, meðan verkætlanin varð teknað. Hann fegnaðist um úrslitið av samstarvinum um verkætlanina.

Teir umleið 200 gestirnir fingu undir reisigildinum bjóðað lættari ábit og drekka. Veðrið var av tí fagrasta, sum tað hevur verið nú í fleiri vikur, og tað gjørdi sjálvandi sítt til, at tiltakið eydnaðist so væl.

Glasir er umleið 20.000 fermetrar til støddar, og fíggjarkarmurin fyri verkætlanina er 515 mió. krónur, íroknað innbúgv og annað. Eftir ætlan skal vera klárt at flyta inn við skúlaársbyrjan næsta ár.

Úrslit: