Keyp asfalt frá Landsverki

Asfalt

Í fleiri áratíggju hevur Landsverk framleitt fleiri hundraðtúsund tons av asfalti til nógv ymisk endamál. Hesa tíðina hevur stovnurin vunnið sær royndir og vitan, sum í dag koma brúkarunum til góðar, tá teir skulu velja rætta asfaltið.

 

Framkomna asfaltverkið í Hundsarabotni

Í fleiri áratíggju hevur Landsverk framleitt fleiri hundraðtúsund tons av asfalti til nógv ymisk endamál. Hesa tíðina hevur stovnurin vunnið sær royndir og vitan, sum í dag koma brúkarunum til góðar, tá teir skulu velja rætta asfaltið.

Framkomna asfaltverkið í Hundsarabotni framleiðir asfalt til ymisk endamál so sum vegir, havnir, ídnaðarøkir, gongubreytir og tún. Somuleiðis hevur Landsverk asfaltverk á Sundi. Vit selja bæði standardvørur og sergjørdar vørur til størri og smærri keyparar.

Hjá Landsverki er øll asfaltframleiðsla góðskutryggjað. Asfaltið verður framleitt eftir góðkendum uppskriftum, og allir liðir í framleiðsluni verða eftirkannaðir sambært altjóða krøvum. Sostatt kann brúkarin vera vísur í, at asfaltið tænir sínum rætta endamáli og heldur væl.

Endamál avger asfaltið

Hvørji sløg av asfalti, tú skalt keypa, valdast endamálið, asfaltið skal nýtast til. Í summum førum er neyðugt við bæði berilagi, bindilagi og slitlagi. Í øðrum førum kann vera nóg mikið við bert einum slitlagi.

Ert tú í iva um røttu samansetingina, ert tú vælkomin at venda tær til Asfaltverkið í Hundsarabotni. Vit eru altíð til reiðar at veita ráðgeving um, hvat slag av asfalti tørvur er á.

Í hesum yvirlitinum hava vit sett upp trý tey vanligastu endamálini, sum asfaltið verður nýtt til.

Havnaløg og ídnaðarøkir:

Havnaløg og ídnaðarøkir:

Slitlag:
SMA 
AB 

Bindilag:
AGB 8 
AGB 16 

Berilag:
AG 16 
AG 22


Vegir:

AGB: Um ferðslan er undir 3.000 bilar um samdøgrið. 
AB: Um ferðslan er meira enn 3.000 bilar um samdøgrið. 

Bindilag:
AGB 8 
AGB 16 

Berilag:
AG 16 
AG 22 Slitlag:

Gongubreytir og tún:
AGB

Vel røttu tjúkdina

Áðrenn tú keypir asfalt, er umráðandi, at tú finnur útav, hvussu tjúkt asfaltið skal vera. Tað kann vera freistandi at koyra eitt so tunt lag á, sum til ber, fyri at spara. Men tað kann lættliga gerast ein sparing eftir hæli.

Ikki ber til at siga ein prís fyri fermeturin, fyrr enn avgjørt er, hvør tjúkdin skal vera. Og tjúkdin verður vald eftir tilfarsblandingini, sum aftur er vald eftir, hvat asfaltið skal brúkast til.

Eitt asfaltlag skal vera minst tríggjar ferðir so tjúkt, sum størsta steinstøddin í blandingini er. Og asfalt verður tynri, tá tað verður trumlað. Er lagið ov tunt, fært tú ikki røttu komprimeringina, og harvið heldur asfaltið nógv verri.

Vit hava gjørt eina talvu, sum vísir lutfallið millum tjúkdina á asfaltinum og nøgdina av asfalti, sum skal til, fyri at fáa ta valdu tjúkdina. Talvan kann takast niður her

Vatnrætti ásurin vísir tjúkdina í cm, og tann lodrætti ásurin vísir nøgdina, ið skal til. Í døminum hava vit valt, at asfaltlagið skal vera 5,5 cm tjúkt, tá tað er liðugt trumlað. Far nú inn í talvuna í neðra við 5,5 cm og beina linju upp, har hon umskarast grafin, og fylg so linjuni til vinstru, so sært tú, hvussu nógv asfalt, ið krevst.

Ráðfør teg við okkum

At velja asfalt kann vera trupult og krevur umhugsni. Serliga tá talan er um eina stóra framtíðar íløgu.

Ert tú kortini í iva, ert tú vælkomin at venda tær til Asfaltverkið í Hundsarabotni á tlf. 290 785 ella í telduposti til dajo@lv.fo Her eru serfrøðingar okkara við drúgvu royndunum altíð til reiðar at veita tær góða vegleiðing, so tú gert røttu íløguna í asfalt.

Landsverk hevur gjørt ein faldara um asfalt, sum vónandi hjálpir tær at finna fram til rætta asfaltið

Góðskueftirlit áðrenn og aftaná

Asfaltið úr Hundsarabotni er framleitt á einum framkomnum asfaltverki eftir viðurkendum uppskriftum. Asfaltverkið í Hundsarabotni hevur eftirlit við øllum liðum í framleiðsluni. Asfaltið verður kannað bæði áðrenn og aftaná, tað verður lagt á.

Á Royndarstovuni í Hundsarabotni verður millum annað kannað, hvussu sterkt asfaltið er, og hvussu væl tað tolir trýst. Evnistyngdin á skervinum og brotstyrkin í asfaltinum verða máld - alt samalt eftir góðkendum forskriftum, har áralongu royndirnar eisini koma asfaltverkinum til góðar. Tá asfaltið er lagt á, verða somuleiðis stakroyndir tiknar av asfaltinum úti á vegnunum fyri at staðfesta góðskuna.

Allir liðir í framleiðsluni verða skrásettir. Hendan skipanin ger, at vit alla tíðina kunnu halda eyga við, at asfaltið hevur ta bestu góðskuna, og kunnu tryggja, at framleiðslan støðugt verður ment.

Við skrásetingini hevur Royndarstovan í Hundsarabotni eitt yvirlit yvir, júst hvat slag av asfalti, sum er nýtt á teimum ymsu vegateinunum kring landið. Hetta lættir munandi um hjá brúkarunum, tá nýtt asfalt skal leggjast á, ella ein vegateinur skal umvælast, tí tá vita vit nágreiniliga, hvat slag av tilfari skal nýtast.

Vanliga verður sagt, at asfalt heldur í 15 -20 ár, alt eftir ferðslutíttleika. Tó eru fyrivarni, sum skulu takast fyri, at asfaltið skal halda so leingi. Eitt nú er sera umráðandi, at asfaltframleiðslan er í lagi, og at rætta asfaltið verður valt til rætta endamálið.

Undirlagið, har asfalterað verður, má verða sterkt, og vegurin vera rætt gjørdur. Áleggingin og ikki minst trumlingin av asfaltinum mugu vera gjørd á rættan hátt fyri at tryggja, at asfaltið ikki verður slitið upp ov skjótt.

Krøv í sambandi við asfaltarbeiðir

Landsverk tilskilar sær rætt til at krevja, at tað verður asfalterað umaftur við slitlagið, eftir at vegurin hevur sett seg. Umframt hetta leggur Landsverk dent á, at skeringin tvørtur um vegin er 40 stig, og at slitlagið er av sama slagi sum í verandi vegi, soleiðis at slitið framyvir verður javnt.

Á markinum millum skoytini skal verandi asfalt fresast 5 cm niður, so at nýggja asfaltið kann leggjast við eini umskaring á 20 cm yvir tað gamla lagið. Fyri at sleppa undan frostspreingingum millum umskaringarnar verða skoytini innsiglaði við bitumen ella líknandi, fyri at væta ikki skal sleppa til. Normaltvørskurður - kaðalgrøv

Víst verður annars til, at asfaltarbeiði yvirhøvur skal fremjast eftir ávísingunum  “Asfaltarbeiðir”, frá januar 2011

Úrslit: