Tilbúgving á vegakervinum

Eitt virkið vegakervi hevur alstóran týdning fyri samfelagið. Um ein farleið av einhvørjari orsøk ikki er tøk í eitt styttri ella longri tíðarskeið er neyðugt við tilbúgvingarætlanum, ið millum annað kunnu vísa á alternativar farleiðir, ið nøkta flutningstørvin - í øllum førum eina tíð.

Tilbúgving í tunlum
Tunlarnir eru mest viðkvæmu partarnir á landsvegakervinum, tí ger Landsverk tilbúgvingarætlanir fyri tunlar, og skipar eisini fyri venjingum í tunlunum. Tilbúgvingarætlanir eru gjørdar fyri hesar tunlar: Hovstunnilin, Kollfjarðatunnilin, Leynatunnilin, Norðskálatunnilin, Viðareiðistunnilin, Hvalbiartunnilin, Sandvíkartunnilin og Árnafjarðar/Hvannasundstunnilin.

Trygdin í tunlum byggir á 3 strategiir:
- at byggja og innrætta nýggjar tunlar rætt ella dagføra verandi tunlar við neyðugari trygdarútgerð
- at útbúgva fólk í tilbúgvingini og gera tilbúgvingarætlanir
- upplýsing og kunning til tey ferðandi

Kreppusamskifti
Eins og fastar mannagongdir eru neyðugar í sjálvum tilbúgvingarinnsatsinum, eru eisini fastar mannagongdir viðv. samskiftispartinum innanhýsis og úteftir mótvegis borgarum og fjølmiðlum neyðugar, tá ið óvæntaðar vanlukkur henda í samferðslukervinum. Tað er av trygdarávum ein skylda at kunna væl og eintýðugt, soleiðis at slíkar hendingar hava so avmarkaðar avleiðingar sum gjørligt. Landsverk hevur gjørt ein deilplan fyri kreppusamskiftið í tilbúgvingarætlanini fyri landsvegakervið. Samskiftistænastan á Landsverki luttekur í øllum venjingum hjá Landsverki í tilbúgvingini, har hon skipar fyri leypandi kunning á heimasíðuni og tíðindafundi á staðnum.

Upplýsing um trygga atferð í tunli

Landsverk hevur í samráði við Tilbúgvingarstovnin gjørt upplýsandi tilfar um trygd í tunlum. Somuleiðis eru gjørdir tveir stuttfilmar um tunnilstrygd.

Faldarin um rætta atferð, tá koyrt verður í tunli, kann takast niður her: Tunnilstrygd

Filmarnir kunnu síggjast niðanfyri:

Úrslit: