Basing av oljudálking á sjónum

Tann 1. januar 2011 yvirtók Landsverk ábyrgdina av basing av oljudálking á sjónum uttan fyri kommunalar havnir.  Ábyrgdin av at taka upp oljudálking á sjónum er tvídeild. Sambært §22 í Havumhvørvislógini, hava kommunurnar ábyrgdina, um oljan kemur av landi út á sjógv, og um oljudálkingin er inni í eini havn. Tað er hinvegin landið, sum hevur ábyrgdina av eini oljudálking, um hon hendir uttanfyri hetta økið.
 
Aðalmálið hjá oljutilbúgvingini er at megna at steðga og taka eina oljudálking upp, har 1.500 tons av olju eru komin út á sjógv. Landsverk arbeiðir nú við at gera eina yvirskipaða tilbúgvingarætlan fyri hetta málsøkið, sum skal tryggja, at vit fáa greiðar og væl skipaðar mannagongdir. Ein partur av hesum arbeiði ber í sær at gera avtalur millum land og kommunurnar um samstarvsmøguleikar.
 
Arbeitt verður somuleiðis við at menna eina skipaða skeiðstilgongd, ið líkist teimum hjá grannalondunum. Málið er við tíðini at røkka sama førleikastøði sum í londunum kring okkum. Ætlanin er at skipa fyri regluligum venjingum, har bæði land og kommunur arbeiða saman. 

Sambært Havumhvørvislógini skulu fólk, ið varnast oljudálkingar á sjónum, boða MRCC Tórshavn frá, ið síðani boðar øllum viðkomandi myndugleikum frá dálkingini. Telefonnummarið hjá MRCC er: 351 300

Úrslit: