Fólkatalið í Føroyum er methøgt, og samfelagið mennist í hvørjum. Hóast talan er um eina jaliga gongd, hevur tað avleiðingar fyri útoyggjarnar, har fólkatalið er nógv minkað seinastu árini. Samlaða fólkatalið í útoyggjunum er minni enn eitt hálvt prosent av samlaða fólkatalinum. Útoyggjar og smábygdir hava verið fyri stórari fráflyting í sambandi við broytta samfelagsmynstrið.

1. januar 2019 búðu 51.371 fólk í Føroyum, og av teimum búðu einans 216 fólk á útoyggjunum. Tað er 0,42 prosent av samlaða fólkatalinum. 
Meginøkið hevur stóra atdráttarmegi, og tað tykist ikki at hava eydnast 
higartil at steðga fráflytingini frá teimum smærru bygdasamfeløgunum á útoyggjunum.

Av øllum 18 oyggjum í Føroyum verða 8 kallaðar útoyggjar. Tað eru Fugloy, Svínoy, Kalsoy, Mykines, Koltur, Hestur, Skúvoy og Stóra Dímun. Suðuroy, Sandoy, Nólsoy og Lítla Dímun eru ikki íroknaðar í hendan bólkin. Allýsingin av einari útoyggj er:

EIN ÚTOYGGJ ER EIN LÍTIL OYGGJ, SUM LIGGUR UTTANFYRI ELLA HEVUR AVMARKAРSAMBAND TIL MEGINØKIÐ.

Viðhvørt hoyrast viðmerkingar, um tað í veruleikanum er neyðugt at virka fyri og marka fígging til átøk, ið kunnu menna útoyggjarnar. Tó tykist hugburðurin í dag mótvegis útoyggjum at vera broyttur, og breið semja tykist vera um, at útoyggjarnar ikki skulu avtoftast, tí landið missir kær virði. Føroyar hava ikki ráð at missa ríku mentanina, søguna, handverkið, landbúnaðin, matmentanina og líknandi siðaarv. Útoyggjar og smærri bygdirnar hava verið grundarlagið undir, at tjóðin hevur ment seg í øldir, og tí eisini grundarlag undir nútíðarsamfelagnum. Eitt eyðkenni fyri samfelagið Føroyar er nevniliga menning, sum er kjølfest í búseting, sum er spjadd við fjøltáttaðum lokalsamfeløgum. Útoyggjar og smærru bústaðarplássini hava ein
avgerandi leiklut at varðveita Føroyar.

Strandferðslan og útoyggjar


Strandferðslan mælir til, at tvær nýggjar ferjur verða bygdar at røkja farleiðirnar til útoyggjar. Talan er um sama slag sum tríkiljan, ið kemur til landið næsta ár at røkja Nólsoyarleiðina. Ferjurnar eru lættar, sigla skjótt og kunnu vera púra ljóðleysar. Slíkar ferjur kunnu sigla fleiri túrar við somu tíð sum núverandi ferjur. Tískil kunnu skjóttgangandi ferjurnar nýtast til eitt nú Hest- og Koltursleiðina, útferðir um summarið og annað virksemi, uttan at vanliga ferðaætlanin verður órógvað.

 

 

Áhugavert verður, hvussu tríkiljan fer at klára seg. Strandferðslan metir, at siglingartíðin verður stytt munandi, at ferjan er lítið orkukrevjandi og megnar væl at sigla fleiri túrar um dagin.

Ferðavinnan hevur týdning í hesum sambandi, serliga um summarið. 
Tað skal forðast fyri, at íbúgvar í smærru oyggjunum og bygdunum ikki 
sleppa við ferjunum, tí onnur ferðafólk skulu við. Her skulu íbúgvarnir hava framíhjárætt. Tað kemur eisini fyri, at ferðafólk eru forðingar á vegunum, tí verandi veganet kann ikki bera so nógva bilferðslu samstundis.

Fyribils ferjuætlan er gjørd fyri norðuroyggjarnar, men samlaða ferjuætlanin er ikki gjørd, har Sandoyartunnilin er tikin við. Hetta er í gerð í løtuni. Strandferðslan hevur framtíðarhugsanir um, at um núverandi ferjuflotin, ið røkir útoyggjarleiðirnar, verður skiftur út, so kann Sam, ið siglir millum Klaksvík og Syðradals, sigla sum farmaskip, taka sær av rusksigling, sigla við olju til útoyggjarnar og røkja aðrar fyrifallandi uppgávur.

Strandferðslan vísir á, at við at skifta ferjuflotan út við tríkiljur, kann manning sparast, útlátið minka munandi, minkast um larm og ferðatíðirnar styttast munandi.

Tað skal góð planlegging til at betra um samferðsluviðurskiftini, og tað tykist ikki at vera ætlanin at koyra meira orku á samferðslukervið. Tí mugu loysnir finnast fyri, hvussu tað kann rekast meira skynsamt. Strandferðslan mælir til, at viðkomandi partar seta seg saman og gera eina felags ætlan fyri, hvussu viðurskiftini við oyggjarleiðunum best kann skipast.

Útoyggjar og ferðavinnan

Ferðavinnan er ein vaksandi vinna, ið alsamt størri fyrilit má takast fyri. Stóri vøksturin hevur seinnu árini lagt eitt støðugt vaksandi trýst á Strandferðsluna, ið vanliga hevur lagt ferðaætlanina eftir tørvinum hjá oyggjabúgvunum. Strandferðslan hevur eina siðvenju at leggja ferðaætlanir við høvuðsdenti á tørvin hjá teimum. Tað vil siga, at ein oyggjabúgvi, um hann býr á Kalsoynni ella Suðuroynni, skal kunna sleppa til Havnar ella Klaksvíkar og koma aftur sama dag. Men eftir at ferðafólk hava fingið eyguni upp fyri Føroyum sum ferðamannalandi, er hendan siðvenjan undir trýsti. Ferðafólk hava ein annan tørv enn tann, ið útoyggjabúgvar hava. Hetta leggur trýst á Strandferðsluna, tí skipini eru ikki til henda økta tørvin.

Støðan er tann, at fleiri støð í Føroyum tola ikki ov nógv ferðafólk, uttan viðurskiftini verða skipaði. Mykines hevur stongt gøtuna út í Mykineshólm orsakað av ov nógvum ferðafólkum. Sam hevur havt trupulleikar at frakta ferðafólk og bilar, ið vilja sleppa í Kalsoynna, meðan onnur støð sum Skúvoy, Fugloy og Svínoy kunnu taka ímóti væl fleiri ferðafólkum, enn tey gera í dag.

Tað er, sambært Útoyggjafelagnum, ein lokalur áhugi at skipa fyri tiltøkum í sambandi við ferðavinnuna, men at amboðini og møguleikarnir mangla, tí øll vitanin um íverksetan er at
finna á meginøkinum. Sum nú er, verða nógvu og oftani góðu hugskotini ikki framd í verki, tí fígging ikki fæst, ella tað manglar faklig og praktisk vitan. Ferðavinnan er í verandi løtu ov illa skipað í útoyggjunum, og um hon skal kunna skipast lokalt, so er neyðugt, at hjálp kann veitast teimum.

 

Tyrlupallar

Av teimum 11 tyrlupallunum, ið eru, rekur Landsverk 10 av teimum. 
Landssjúkrahúsið hevur ábyrgdina av tyrlupallinum har á staðnum. Reglulig rutuflúgving er 3 dagar um vikuna - tó 4 dagar um summarið. Tyrlurnar flyta eisini neyðugan farm til og úr útoyggjunum, eins og tær kunnu veita skjóta hjálp í sambandi við sjúku ella vanlukku. Tyrla er eisini sera hent í sambandi við flutning av rørslutarnaðum. Tyrluleiðirnar kunnu brúkast av øllum, men tey fastbúgvandi á oyggjunum hava 
framíhjárætt til plássini. Endamálið við tyrluflutningstænastuni er í høvuðsheitum at flyta ferðafólk og farm til og úr útoyggjum, flutningur í sambandi við tilbúgving, sjúkraflutningur og onnur tilbúgving.
 


Játtanin til flogferðsluna verður nýtt til at reka tyrlupallarnar kring oyggjarnar. 
Arbeiðið at gera eina heildarkanning ella støðulýsing av øllum tyrlupallunum, 
er byrjað. Ætlanin er at nýta sama leist sum í kanningum av brúgvum, 
har støðumeting er millum 0 og 5. Á henda hátt fæst eitt skipað yvirlit yvir, 
hvussu støðan á tyrlupallunum er, og soleiðis verður tað lættari at skipa arbeiðið 
frameftir. Ein slík heildarætlan vissar fyri trygd og komfort.

Í løtuni eru høvuðsviðurskiftini á tyrlupallunum á einum rímiligum støði. Tó eru ymsar avbjóðingar. Arbeiðsviðurskiftini fyri teimum, ið reka tyrlupallin í Klaksvík, Boðanesi og í Froðba eru ikki nóg góð. Arbeiðsfólkið skal vera tøkt til check-in, og tað fer nógv tíð til tað. Samstundis sum ferðafólkatalið er støðugt vaksandi, og nýggju tyrlurnar 
kunnu taka fleiri ferðafólk, so herðast altjóða trygdarreglur og treytir fyri 
rakstri av tyrlupallum. Bíðiviðurskiftini eru ikki nóg góð til vaksandi ferðslu við tyrlunum.

Hóast nevndu tyrlupallar ikki eru staðsettir á útoyggjum, eru teir viðkomandi fyri samlaða undirstøðukervið, tí teir eru ein sambinding til útoyggjarnar.

Seinast dagført: 05.07.2019

Samferðsluætlanin er eitt samstarv millum Landsverk, Strandfaraskip Landins
og Samferðslumálaráðið.

Úrslit: