Vetrarhaldá landsvegunum

Ein kjarnuuppgáva hjá Landsverki er at syrgja fyri, at ferðslan um veturin verður trygg fyri øll ferðandi á landsvegunum. 

Endamálið við vetrarhaldinum er at hava eitt trygt og álítandi flutningskervi.

Vetrartænastan hjá Landsverki er gerandisdagar
frá kl. 05-21, og kl. 06-21 í vikuskiftum og halgidagar

Vinnan mennist, og fleiri akfør verða skrásett á hvørjum ári. Harafturat hevur vinnan og almenningurin í alsamt størri mun tørv á, at vegakervið er farbart alt samdøgrið. Eitt nú í sambandi við at fólk arbeiða uttan fyri vanliga arbeiðstíð og í sambandi við vinnuflutning, ið fer fram alt samdøgrið.

Sum dømi kann nevnast, at ein hósdag við nógvum kava og hálku í apríl mánaði 2018 koyrdu heili 737 persónbilar og 20 størri akfør á Sundi millum kl. 21 um kvøldið og kl. 5 um morgunin. Hetta er uttan fyri tíðina at grivið ella saltað verður. Tað er umleið 8 % av samlaðu ferðsluni tað samdøgrið. 

Til samanberingar kann nevnast økið við Norðskálatunnilin, har tað sama dag koyrdu 362 persónbilar og 24 størri akfør í tíðarskeiðnum kl. 21 um kvøldið til kl. 5 um morgunin. Tað er umleið 7 % av samlaðu ferðsluni tað samdøgrið.

Lansdverk metir, at tvey neyðug stig mugu takast í sambandi við øktu ferðsluna.

Fyrra stigið er at rudda og salta vegirnar eftir verandi ætlan. Størsta avbjóðingin í vetrarhaldinum er verandi maskinpark.

Í næsta stigi verður arbeitt fyri at tæna flutningstørvinum hjá vaksandi ferðsluni. Tá verður miðað ímóti at halda høvuðsvegirnar farbarar alt samdøgrið. Fyri at røkka hesum máli, er tørvur á dupultmanning á hesum vegum og størri maskinpark.

 

Avbjóðingar

Við verandi støði á vetrarhaldinum sæst, at útreiðslurnar fyri ein miðal vetur eru um 10 mió. kr. árliga. Tó kunnu sveiggj vera millum vetrarnar. 

Seinastu fimm árini eru útreiðslurnar av at halda maskinparkina hjá Landsverki viðlíka støðugt hækkaðar. Hetta kemst m.a. av væntandi endurnýggjan av maskinunum.

Vísandi til vaksandi ferðsluna á vegakervinum, og at vinnan setir hægri krøv til flutning uttan fyri tey tíðarskeið, har grivið ella saltað verður, er neyðugt at endurskoða vetrarhaldið. Tá landið verður bundið meira saman við Eysturoyartunlinum, setir tað samstundis størri krøv til vetrarhaldið, tí ferðslan fer at vaksa enn meira. Við verandi maskinum og amboðum verður tað torført at ganga hesum avbjóðingum á møti. Landsverk hevur longu nú avbjóðingar við at varðveita støðið á verandi vetrarhaldi.

Við somu játtan sum undanfarin ár gerst
maskinparkin støðugt eldri og av somu orsøk í
verri standi. Fylgjurnar av hesum eru millum
annað, at tænastan til borgaran gerst alsamt
verri og óstøðugari.

Í sambandi við ferðaætlanina hjá Smyrli og vetrarhaldið í Suðuroynni, eru ymsar avbjóðingar. Við verandi ferðaætlan eru tað fýra kvøld um vikuna, har Smyril ikki er á Krambatanga fyrr enn kl. 23.30. Tað merkir, at ferðslan frá Smyrli koyrir til á midnátt. Hetta er tríggir tímar eftir, at seinasti bilur ella maskina hjá Landsverki hevur verið á vegnum, og tað kann ávísar tíðir vera ein stórur trupulleiki. Við verandi manning í vetrarhaldinum ber ikki til at arbeiða fleiri tímar. Líknandi avbjóðingar eru eisini um morgunin. Tílíkar avbjóðingar kunnu eisini væntast í sambandi við Teistan og Sam, tí ferðaætlanin hjá hesum báðum ferjum er uttan fyri vaktartíðarskeiðið hjá vetrarhaldinum.

Tøkni

Landsverk hevur kring landið samanlagt 27 veðurstøðir, sum veita upplýsingar um millum annað hita, vind, ætt og hvirlur hvørt 10. minutt alt samdøgrið. Áðrenn veðurstøðirnar sjálvvirkandi boðaðu frá veðurlíkindum, fóru fólk í vetrarhaldinum sjálvi út at kanna veðurlíkindini upp til tvær ella tríggjar ferðir um dagin, alt eftir hvussu vánaligt veðrið var.

Nú hava fleiri veðurstøðir eisini vevmyndatól, soleiðis at til ber at síggja støðuna á vegnum á heimasíðuni ella umvegis appina hjá Landsverki, ið eisini hevur fleiri aðrar tænastur. Landsverk hevur eina app, ið veitir upplýsingar um veðrið og koyrilíkindi á landsvegunum, umframt at tað kann hoyrast í útvarpinum og síggjast á heimasíðuni. Arbeitt verður við at menna eina tænastu, sum skal upplýsa fólki, hvar maskinurnar eru, ið grava og salta, og um teirra farleið er tøk at koyra eftir.

 

Salting

Tá veðurstøðirnar boða frá hálkulíkindum, verða teir vegirnir saltaðir fyrst, har mest ferðsla er. Játtan og útgerð er ikki til at rudda kava og salta allar landsvegir 24 tímar um samdøgrið. Landsverk hevur tí bólkað landsvegirnar í fýra ymiskar vegaflokkar: A, B, C og D.

A og B vegir eru teir við mestu ferðsluni. Undir vanligum umstøðum eru allir vegir í flokki A farbarir frá klokkan 6 á morgni, tó leygardagar frá klokkan 7 og sunnudagar frá klokkan 8.

C eru vegir við minni ferðslu, og D eru vegir við næstan ongari ferðslu. Málið fyri C vegir er, at tað skal bera til at ferðast við lagaligheit eftir hesum vegum. D vegirnir verða bara ruddaðir eftir áheitan í vanligari arbeiðstíð, eftir at A, B og C vegirnir eru ruddaðir.

Útgangsstøðið fyri, hvat verður saltað, er, at í høvuðsheitum verður saltað í brekkum og vegasneiðingum, men økta ferðslan setir eisini størri krøv til saltingina, so afturat hesum verður mest sum alt høvuðsvegakervið saltað.

Maskinparkin

Maskinurnar, ið rudda kava, eru gamlar. Miðalaldurin er høgur, og hetta hevur við sær stórar avbjóðingar í vetrarhaldinum og í at veita tænastuna, sum fólk vænta.

Hálka
Tey seinastu árini er meiri peningur settur av til at endurskapa maskinparkina. Nýggjar maskinur eru keyptar, og hetta merkist væl í vetrarhaldinum. Enn er tó ikki komið á mál við hesum. Tríggir gummihjólslessarir vóru keyptir í 2016 og tríggir smærri lastbilar í 2017. Um hugt verður eftir salting og kavagrevstri fyri seg, er ein stórur trupulleiki við saltingini, at 4 av 7 stóru lastbilunum, sum koyra á høvuðsrutunum, eru umleið 15 ára gamlir. Aldurin merkist á teimum. Longu nú kemur tað javnan fyri, at hesir lastbilar standa, og minni saltbilar mugu taka yvir frá øðrum rutum. Hetta elvir til verri tænastu á báðum rutunum.

Kavi
Fyri kavagrevstur er støðan enn verri. Somu maskinur, sum eru ein trupulleiki í saltingini, ganga aftur í kavagrevstrinum, tí tær kunnu grava og salta samstundis. Tað er tíverri sannlíkindi fyri, at vegirnir ikki kunnu haldast farbarir, næstu ferð stórkavi verður, grundað á at maskinurnar ganga fyri. Seinastu fimm árini eru útreiðslurnar av at halda maskinparkina hjá Deildini fyri Infrakervi við líka hækkaðar støðugt, tí eldri og slitnu maskinurnar krevja meira viðlíkahald.

 

Vegurin fram

Sum nevnt, hava útreiðslurnar til vetrarhaldið verið 10 mió. kr. árliga tey seinastu árini. Hetta er 5 mió. kr. ov lítið í mun til veruliga tørvin. Tað vil siga, at verða 15 mió. kr. settar av til vetrarhaldið, er møguligt at tryggja eitt meira álítandi vetrarhald í mun til verandi. Fyri at halda høvuðsvegirnar farandi eftir alt samdøgrið, er neyðugt, at 20-25 mió. kr. verða settar av til vetrarhaldið. Hesir kostnaðir eru tó treytaðir av, at eftirsleipið av maskinunum, sum í verandi løtu er 20-30 mió. kr., verður vunnið innaftur.

Seinast dagført: 08.02.2019

Samferðsluætlanin er eitt samstarv millum Landsverk, Strandfaraskip Landins
og Samferðslumálaráðið.

Úrslit: