Hvat er rakstur og viðlíkahald?

Rakstrar- og viðlíkahaldsuppgávur fevna um átøk, ið eru neyðug fyri at halda vegakervinum á einum tryggum og álítandi støði til tað virksemið, sum tænir endamálinum við vegakervinum.

Hugtøkini rakstur og viðlíkahald fevna víða og kunnu vera torgreið at skilja hjá fólki, bæði við fakligum kunnleika og ikki.

Hugtøkini verða ofta nýtt hvørt um annað, og tískil kann týdningurin gerast fløkjasligur.

Rakstur
Rakstraruppgávur eru tað dagliga virksemið á infrakervinum, sum er neyðugt fyri at tryggja framkomuleika og trygd.

Tær størstu rakstraravbjóðingarnar eru um veturin, tá kavin skal ruddast, og vegurin saltast. Rakstraruppgávurnar fevna tó víða, og raksturin skal eisini røkka til útreiðslur fyri streym til gøtuljós, ljós- og trygdarútbúnað í tunlum, veðurstøðir, ferjurampur, bilar, maskinur og lønir til starvsfólk.

 

 

Viðlíkahald
Viðlíkahaldsuppgávur eru útskifting og ábøtur, sum eru neyðugar fyri at halda støðinum á undirstøðukervinum uppi og tryggja framkomu og trygd frameftir.

Livialdurin á verklagnum er tengdur at, hvussu væl tað verður viðlíkahildið. Viðlíkahald kann lýsast sum útskifting ella dagføring av vegi ella øðrum útbúnaði, ið ikki virkar ella er merkt av sliti. Afaltering 15.-30. hvørt ár, ífylling av holum í vegunum, útskifting av ljósútbúnaði og illa farnum bilverjum eru eisini viðlíkahaldsuppgávur.

Niðurstøða
Hóast munur er á rakstri og viðlíkahaldi í orðsins týdningi, eru hugtøkini tengd at hvørjum øðrum í fakligum høpi. 

Samsvarið millum hugtøkini kann lýsast soleiðis, at rakstur er knýttur at eini støðugari funktión av sjálvum verklagnum, meðan viðlíkahald av størri og smærri ábótum verður gjørt eftir tørvi. 

Viðlíkahald varðveitir standardin og virðið á verklagnum, meðan raksturin heldur verklagnum koyrandi.

Seinast dagført: 08.02.2019

Samferðsluætlanin er eitt samstarv millum Landsverk, Strandfaraskip Landins
og Samferðslumálaráðið.

Úrslit: