BYGGITÍÐTILMÆLD TÍÐARÆTLAN
3 ár2020-2023

Tunlar Norður um Fjall

Núverandi støða

Verandi farleið Norður um Fjall úr Klaksvík til Árnafjarðar og víðari til Norðdepils, varð tikin í nýtslu, tá tunlarnir vóru latnir upp ávikavist í 1965 og 1967.

Tunlarnir hava bert eina koyribreyt og lúka ikki nútíðarinnar krøv til hædd, breidd og trygdarútgerð. Fríhæddin er 3,1 m og breiddin 3,5 m, og kunnu stór akfør tí ikki fara gjøgnum tunlarnar. Tunlarnir eru ein fløskuhálsur til norðara partin av Norðuroyggjunum.

Í 2018 var gerandisferðslan um samdøgrið 1.400 akfør, sum eru tald vestan fyri Árnafjarðartunnilin. Í januar 2018 búðu 355 fólk á Viðareiði, 245 í Hvannasundi, 166 í Norðdepli, 1 í Depli, 2 á Norðtoftum og 64 í Árnafirði.

Møguligar loysnir

Fleiri kanningar eru gjørdar um ymsar møguligar linjuføringar. Í 2009 var loysn 1 liðugt prosjekterað, men varð ikki sett í gongd. Verkætlanin verður dagførd í 2019.

Loysn 1

Nýggir tunlar á leið har verandi tunlar eru

Árnafjarðar- og Hvannasundstunlarnir eru prosjekteraðir til at vera ávikavist 1,9 km og 2,2 km. Harafturat skal gerast 1,9 km av vegi til at knýta tunlarnar saman við verandi vegir. Tunnilsvegirnir verða lagdir hægst á kotu 67 m sum merkir 67 m yvir havyvirflatuni.

Sí linjuføringina á kortinum.

Loysn 2

Nýggjur tunnil úr Klaksvík til Árnafjarðar og úr Árnafirði til Norðtoftir

Ein tunnil frá Gerðabønum til Árnafjarðar fer at vera 3,0 km, og tunnilin víðari til Norðtoftir verður líka langur, sum Hvannasundstunnilin í loysn 1. t.e. 2,2 km. Harafturat skal gerast ein 1,5 km langur vegur í Árnafirði og 800 m langur vegur við Norðtoftir.

Sí linjuføringina á kortinum.

Loysn 3

Dagføring av verandi tunlum, har tunlarnir víðkast

Mett verður, at útreiðslurnar verða eitt vet minni enn til nýggjar tunlar, tí minni tilfar skal spreingjast. Gomlu tunlarnir eru styttri, men arbeiðið fer at vera til ampa fyri íbúgvarnar norðan fyri tunnilin, tí tunnilin verður ikki opin alt samdøgrið. Harumframt verða vegirnir uttan fyri tunlarnar ikki rættaðir upp, sum hevði loyvt eini ferð á 80 km/t. Longdarhallið er upp í 85 ‰. Hinar loysnirnar eru dimensjoneraðar til eina mest loyvda ferð á 80 km/t og eitt maksimalt longdarhall upp í 60 ‰.

Tunnilsvegurin liggur lutfalsliga høgt, upp til kotu 94 m.

Sí linjuføringina á kortinum.

Loysn 4

Nýggjur tunnil av Strond til Depils

Her er tunnilin 3,5 km langur við 200 m av nýggjum vegi. Ein dagføring av Árnafjarðartunlinum er møgulig at fremja uttan stórvegis órógv fyri íbúgvarnar í Árnafirði, tí koyrast kann tá eftir einum umvegi ígjøgnum Hvannasundstunnilin og tí nýggja tunlinum í tíðarskeiðnum, meðan arbeitt verður.

Fyrimunurin við hesi loysn er, at vegurin norðan fyri Klaksvík ikki fer upp um kotu 30 m. Hetta merkir færri útreiðslur til vetrarhaldið.
Vegateinurin verður harafturat umleið 500 m styttri millum norðara partin av Klaksvík og Hvannasund, enn í loysn 1 og 3.

Sí linjuføringina á kortinum.

Kostnaðarmeting 2018

Í talvunum er sett upp ein kostnaðarmeting av hvørjari loysn og árligum útreiðslum av rakstri og viðlíkahaldi (R/V).

Loysn 1 er liðugt prosjekterað, og tí er møguligt at gera eina rímiliga neyva prísmeting. Talan er um ein T8,5 tunnil og kostnaðarmetingin er dagførd í 2015 við nýggjastu royndunum frá Viðareiðistunlinum. Tá var kostnaðarmetingin 360 mió. kr. Framroknað við 3 % um árið, er kostnaðarmetingin 393 mió. kr.
Hinar loysnirnar í mun til ta tilmældu (Loysn 1) eru mettar út frá standardprísum fyri líknandi verkætlanir. Fyrilit er tikið fyri óvissum í slíkum verkætlanum við +10 % í sambandi við eindarprísin, og tí er torført at gera neyvari kostnaðarmeting.

m
Upphæddirnar eru í 2018 prísum og pr. ár í mió. kr.

Rakstur og viðlíkahald (R/V)
Øll verkløg eru tengd at rakstri og viðlíkahaldi. Sparingar kunnu gerast, um gomlu vegirnir ella tunlarnir ikki skulu røkjast ella viðlíkahaldast meira.

Talvan lýsir hetta sum avlopsveg og –tunnil. Tó kunnu verandi vegir verða nýttir til neyðsynjarflutning, tilbúgvingar, aðra møguliga farleið, tá arbeiði er í tunlinum, ella í sambandi við ferðavinnu, og tá eru eisini útreiðslur til rakstur og viðlíkahald íroknaðar.
Harafturat er játtanin til rakstur og viðlíkahald minni enn tað, sum mælt verður til, í mun til best hóskandi raksturin, og tí er sparingin lítil.

Rakstur: Rakstraruppgávur fevna um at veita streym til ljósútgerð, vanligt reinhald, reinsan av dreni og veitum, vetrarhald og vegamerking.

Viðlíkahald: Útskifting av perum í ljósútbúnaðinum, at asfaltera 15.-20. hvørt ár og útskifting av bilverju.

m
Upphæddirnar eru í 2018 prísum og pr. ár í mió. kr.

Tilmæld loysn

Loysn 1

Mælt verður til at arbeiða víðari við loysn 1, tí hon vissar um ferðslutryggari linjuføring enn loysn 3, og er bíligari enn loysn 2, hóast umkoyringarvegur skal gerast.

Kostnaðarmeting í 2018 prísum:

393 mió. kr. við einum árligum rakstri og viðlíkahaldi á 3,3 mió. kr. 

Loysn 4 kann vera áhugaverd, tí hon hevur tann fyrimun, at arbeiðið kann gerast stig fyri stig, og nýggi tunnilin er bíligari at gera enn hinar møguligu loysnirnar. Dagføring av tunlinum til Árnafjarðar kann útsetast.

Pendlarakanningar vísa, at høvuðsferðslan úr økjunum norðan fyri tunlarnar er til og úr Klaksvík. Tí er eingin beinleiðis ferðsluorsøk til at leggja tunnilin út í Gerðabøi. Ferðslumynstrið kann tó broytast við, at Eysturoyartunnilin letur upp, har fráleikin til og úr Suðurstreymoy gerst munandi styttri.

Avleiddar verkætlanir

Loysn 1, 3 og 4 hava ein umkoyringarveg undir Kjølinum norður um Klaksvíkina sum avleidda verkætlan. Vegateinurin er umleið 2,5 km og virkar fyri betri sambandi til Árnafjarðartunnilin, til Norðhavnina, til vinnuøkið við Strond og bygdirnar Haraldssund og Kunoy.
Hetta verður mett at kosta millum 48 og 58 mió. kr.

Samvirkan við aðrar verkætlanir

Tað hevur verið nevnt, at tilfar úr tunlunum kann brúkast til eina nýggja byrging um Haraldssund. Arbeiðið at gera byrgingina lidna vísir, at tað í høvuðsheitum er dekkgrót, sum manglar. Tilfarið til kjarnuna í byrgingini fæst frá núverandi byrging. Dekkgrót eru stórir steinar, ið bert kunnu fáast til vega úr grótbroti.

Aðrar verkætlanir, sum kunnu fáa gagn av tilfari úr tunlunum, eru ein umkoyringarvegur oman fyri Klaksvíkina og ein úr Hvannasundi til Bergið sunnast á Viðoynni, har Landsverk hevur gjørt uppskot um rennistrong til Svínoyar.

Byggitíð

Væntast kann, at byggitíðin er 3 ár (tá eru prosjektering og útboð ikki tikin við).

Tilmæld tíðarætlan

Sambært dagførdu íløguætlanini hjá landsstýrinum verður verkætlanin sett í gongd í 2020, og er væntandi liðug í 2023.

Seinast dagført: 09.11.2018
m
  • Nýggjur Árnafjarðar- og Hvannasundstunnil (Loysn 1)
  • Tunnil úr Klaksvík til Árnafjørð til Norðtoftir (Loysn 2)
  • Verandi tunlar (Loysn 3)
  • Tunnil millum Strond og Depil (Loysn 4)

Samferðsluætlanin er eitt samstarv millum Landsverk, Strandfaraskip Landins
og Samferðslumálaráðið.

Úrslit: