BYGGITÍÐTILMÆLD TÍÐARÆTLAN
Ikki ásett2030+

Núverandi støða

Fyri at knýta Suðuroynna í meginøkið við føstum sambandi, kann undirsjóvartunnil gerast úr Sandoynni til Suðuroynna. Tá eru 99 % av øllum føroyingum knýttir saman við føstum vegasambandi.

Møgulig loysn

Fleiri møguligar tunnilslinjur eru teknaðar millum Sandoynna og Suðuroynna. Ein beinleiðis tunnil millum oyggjarnar fer at vera umleið 23 km langur, og tað er ein langur tunnil, har trygdin er ein stór avbjóðing. Landsverk mælir tískil til, at ein loysn verður vald, har farið verður upp í Skúgvoynni, tí so ber til at stytta tann longra tunnilin nógv, so hann fer niður á 17 km. Samlaða longdin av tunlunum verður tó eitt sindur longri, tí við hesi loysn skulu 26 km av tunli gerast. Annar tunnilin byrjar, áðrenn komið er inn í bygt øki á Sandi og fer upp í Skúgvoynni, og hann verður 9 km langur. Í Skúgvoy verða 400 m av vegi gjørdir, áðrenn farið verður í næsta tunnilin, sum gongur til Sandvíkar. Hesin tunnilin er 17 km til longdar.

Ein annar møguleiki enn ein tunnil úr Sandoy til Skúgvoy er byrging ella brúgv frá Skarvanesi til Skúgvoy. Tá hevði eisini verið møguligt at nýtt grót frá syðra tunlinum. Hóast tað ”einans” er 30 m djúpt í sundinum millum Skarvanes og Skúgvoy, fara 2/3 av tilfari at mangla til byrgingarkjarnuna. Dekkgrót, sum skal vera stórt grót, tí tað liggur í opnum havi, má spreingast út aðrastaðni.
Ein brúgv á 4 km millum Skarvanes og Skúgvoy er mett at kosta 1,6 mia. kr.

Í sambandi við jarðfrøðina, har tunnilin væntandi fer at liggja, eru ymsar kanningar neyðugar fyri at  kenna jarðfrøðina væl á leiðini, og síðani endaliga staðseta tunnilin. Mælt verður til, at kanningarnar kunnu spjaðast yvir 3 ár, har nøktandi játtan verður givin hvørt ár. Hesar játtanir skulu verða 0,55 mió. kr. fyrsta árið, 1,2 mió. kr. annað árið og 2,0 mió. kr. triðja árið. Alt eftir, hvat hesar kanningar vísa, kann tó verða neyðugt við fleiri kanningum.

Landsverk mælir til, at peningur verður játtaður til tær jarðfrøðiligu kanningarnar. Við hesari vitan fer at vera lættari at meta um bestu linjuføringina av tunlinum, og harvið eina neyvari kostnaðarmeting.

Landsverk mælir eisini til, at trygdarstøðið verður lýst betur, har ein játtan verður givin at kanna, hvat kann gerast fyri at betra trygdina í tunlinum.

Ein Suðuroyartunnil – eftir at Sandoyartunnilin er gjørdur – fer at broyta sambandið til Suðuroyar nógv og fer at merkja, at tað verður fast samband millum 99 % av íbúgvunum í Føroyum. Tað verður tá eins skjótt at koyra millum Havnina og Tvøroyri, sum tað í dag er millum Havnina og Klaksvík. Sí kortini niðanfyri.

Útrokningar, sum eru gjørdar í ferðslumodellinum, vísa, at tað kunnu væntast 1.000 bilar um samdøgrið í 2030.

Kostnaðarmeting

Í talvunum er ein kostnaðarmeting sett upp av loysnini og árligum útreiðslum av rakstri og viðlíkahaldi (R/V).

Møguliga loysnin er ikki prosjekterað, og tí er ikki møguligt at gera eina neyvari prísmeting.
Loysnin er mett út frá standard prísum fyri líknandi verkætlanir.

Fyrilit er tikið fyri óvissum í slíkum verkætlanum við ± 10 % í sambandi við eindarprísin, og tí er torført at gera neyvari kostnaðarmeting.

Kostnaðarmetingin er á sama støði sum t.d. Eysturoyar- og Sandoyartunlarnir. Metingin er roknað í dagsprísum, har roknað verður við, at tunlarnir verða gjørdir beinanvegin. Um nøkur ár, tá farið verður undir at gera tunlarnar, er kostnaðarstøðið hækkað og trygdarkrøvini helst herd, so veruligi kostnaðurin eru nakað hægri tá.

m
Upphæddirnar eru í 2018 prísum og pr. ár í mió. kr.

Rakstur og viðlíkahald (R/V)
Øll verkløg eru tengd at rakstri og viðlíkahaldi. Sparingar kunnu vera, um gomlu vegirnir ella tunlarnir ikki skulu røkjast ella viðlíkahaldast meira.

Talvan niðanfyri lýsir hetta sum avlopsveg og –tunnil.
Tó kunnu verandi vegir verða nýttir til neyðsynjarflutning, tilbúgvingar, aðra møguliga farleið, tá arbeiði er í tunlinum ella í sambandi við ferðavinnu, og tá eru eisini útreiðslur til rakstur og viðlíkahald íroknaðar. Harafturat er játtanin til rakstur og viðlíkahald minni enn tað, sum mælt verður til, í mun til best hóskandi raksturin, og tí er sparingin lítil.

Rakstur: Rakstraruppgávur fevna um at veita streym til ljósútgerð, vanligt reinhald, reinsing av dreni og veitum, vetrarhald og vegamerking.

Viðlíkahald: Útskifting av perum í ljósútbúnaðinum, asfaltering 15.-20. hvørt ár og útskifting av bilverju.

m
Upphæddirnar eru í 2018 prísum og pr. ár í mió. kr.

Tilmæld loysn

Ein Suðuroyartunnil er ein ovurhonds stór verkætlan, sum eigur at verða rikin av einum almennum partafelag, sum hevur ábyrgd av fígging og gerð av tunlinum.

Kostnaðarmeting í 2018 prísum:

2.800-3.400 mió. kr. við einum árligum rakstri og viðlíkahaldi á 23 mió. kr.

Landið sparir 29 mió. kr.

Neyvari kostnaður fæst eftir prosjektering og útbjóðing

Avleiddar verkætlanir

Ein nýggjur Sandvíkartunnil og umkoyringarvegur um Hvalba má gerast í sambandi við ein Suðuroyartunnil. Harafturat er neyðugt, at vegirnir á Gomlurætt verða dagførdir, soleiðis at ferðslan ikki nýtist at koyra við krøppum sneiðingum á tveimum støðum við tunnilsmunnan á Sandoyartunlinum. Møguliga má ein umkoyringarvegur um Trongisvág eisini gerast.

Samvirkan við aðrar verkætlanir

Millum 1,5 – 2,0 mió. kr. m3 gróti kemur frá tunlinum, sum kann nýtast til ífylling, har tað er tørvur á tí.

Byggitíð

Ikki ásett

Tilmæld tíðarætlan

2030+

Seinast dagført: 15.11.2018
m
  • Møgulig linjuføring til Suðuroyartunnilin
  • Møgulig byrging ella brúgv millum Skarvanes og Skúgvoy

Samferðsluætlanin er eitt samstarv millum Landsverk, Strandfaraskip Landins
og Samferðslumálaráðið.

Úrslit: